Longu síðst í november og ikki seinni enn 1. desember skulu kommunurnar hava gjørt sína fíggjarætlan fyri komandi árið. Kortini gjørdi landsstýrið ímóti betri vitandi av at koma við enn einari lógarbroyting, ið gevur kommununum eyka útreiðslur, ið tær ongan møguleika hava at leggja upp fyri. Hetta hongur jú slett ikki saman!
Hetta er sama søgan umaftur sum við dagtilhaldunum, tí hóast kommunurnar hava sínar greiðu lógir og reglur at halda seg til, trumlar landsstýrið bara avstað. Nú krógvar Rósa Samuelsen seg undir, at Føroya Løgting bert hevur avsett 2,8 milliónir krónur, hóast tørvur er á fýra milliónum krónum. At ráð bara eru til at játta 70 prosent av tørvinum til umsorganararbeiði og 45 prosent til útkoyring av døgurða til eldri og pensjónistar, er løgtingsins máti at virða tey eldru.
Ein og hvør dugir at síggja við hálvum eyga, at løgting og landsstýri enn eina ferð so dyggiliga hava svikið okkara eldru, ið neyvan kenna seg væl í hesum døgum, nú tað kemur undan kavi, hvussu lítið landsins hægstu myndugleikar virða tey og teirra tørv. Hetta eru tey, ið hava lagt lunnar undir okkara samfelag, sum nú skulu pínast undir fullkomuliga høpisleysum sokallaðum sparipolitikki.
Sum áður nevnt, er hetta søgan við dagtilhaldunum umaftur, har landsstýrið tók tey frá teimum eldru og pensjónistunum, men hesa ferð er tað bara uppaftur verri, tí henda sparingin í umsorganararbeiðinum rakar nú ikki bara eitt uttanhýsis tiltak, men fremur skerjingar beinleiðis inni hjá teimum eldru. Og so billa tit tykkum bara inn, at hetta man fara at ganga, tí kommunurnar kunnu jú altíð taka um endan, Rósa Samuelsen?
Í einari klossutari frágreiðing roynir stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen, at greina út, hvat lógarbroytingin frá 12. desember í fjør fevnir um. Í Dimmalætting 3. apríl skrivar hon, at tað ber til at sýta kommununum stuðul til mattænastu og koyri- og vitjanartænastu við teirri grundgeving, at játtanin er brúkt. Júmen, so má játtanin vera ov lítil – og tað vistu tit!
Álvaratos, hvat síggja tit á Almannastovuni og í Almannaráðnum fyri tykkum, tá tit beinleiðis taka matin úr munninum á teimum eldru og pensjónistunum? Hava tit slett ikki fingurin á pulsinum, so tit vita og síggja, hvør veruligi tørvurin er? At skjóta seg undir, at talan er um eina játtan, sum er ov lítil og tíverri er brúkt, er alt ov vánaligt. Tit áttu at sæð frammanundan, hvussu stórur hesin tørvur er og stríðst fyri, at játtanin var tilsvarandi, tí hetta rakar tey eldru sera meint!
Heldur ikki kann eg lata vera við at viðmerkja tað, Rósa Samuelsen skjeyt Tórshavnar kommunu við í útvarpinum hóskvøldið 2. apríl, tá hon segði, at hevði Tórshavnar kommuna bara havt raðfest útbyggingarnar á eldraøkinum hægri, so hevði støðan ikki verið tann, sum hon er nú. Merkir hetta veruliga, at Rósa Samuelsen hevur pengar tøkar til rakstur á økinum, sum bara ikki verða brúktir?
Høvdu vit í Tórshavnar kommunu havt bygt meira út, enn vit hava gjørt, høvdu vit so eisini fingið til raksturin frá landsstýrinum, sum lógin fyriskrivar? Ella er veruleikin ikki tann, at tá hevði tað bara verið onkra aðrastaðni, at sparingarnar høvdu rakt tey eldru í staðin? Nú haldi eg, at Rósa Samuelsen noyðist at spæla við opnum kortum og ikki krógva seg aftan fyri, hvussu alt kundi verið, um tað var øðrvísi!
Nevnt verður, at kommunurnar kunnu kæra avgerðina um, at bara verða játtað 70 prosent til mattænastuna og 45 prosent til koyri- og vitjanartænastuna. Jú, vit umhugsa veruliga tann møguleikan, tí núverandi støðu kann eingin liva við. Og vit kunnu heldur ikki liva við, at farið verður soleiðis við okkara eldru, sum gerast kastibløkur í einum politiskum spæli, sum landsstýrið hevur ábyrgdina av, uttan at tey verða vird nakað sum helst.
Kann ein kæra veruliga gera, at støðan hjá teimum eldru og pensjónistunum gerst betri, so skal tann møguleikin so sanniliga roynast! Her skulu eingir møguleikar vera óroyndir, tí eitt mark má vera, hvussu hjartaleyst tað ber til at fara við fólki! Onkra frægari páskaheilsan máttu Almannastovan og Almannaráðið havt at borið okkara eldru!









