Oyvindur heldur enntá upp á, at tað er hansara skylda at kunna landsstýrismannin um henda fantastiska møguleika.
Einki hokus pokus – ella hvør rindar nú hvat? Hvat merkir tað, tá sagt verður, at Skálafjarðartunnilin kann geva ovurstórt avkast og milliardir í yvirskoti yvir eitt áramál og tískil eisini kann fíggja aðrar milliardaíløgur enn seg sjálvan?
Í veruleikanum er spurningurin ógvuliga einfaldur, nevniliga at samanbera eina nýggja og betri farleið (Skálafjarðartunnilin) við verandi farleið, har koyrt verður norður í Sundalagið og gjøgnum Norðskálatunnilin. Jú størri munurin í kostnaði er fyri brúkaran millum verandi farleið og eina nýggja, jú størri verður fíggjarliga avkastið við at gera ta nýggju.
Mett verður, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta úti við eina milliard krónur. Tað eru ikki smápengar, men hóast tað fer hann at spara brúkaranum aðra milliardaupphædd, samanborið við tað, hann rindar í dag.
Hvat rindar brúkarin so fyri í dag, og hví hevur tann ábyrgdarfulli landsstýrismaðurin, og tann ikki minni ábyrgdarfulli landsverkfrøðingurin, ikki fyri langari tíð síðani gjørt okkurt munagott fyri at bøta um henda ovurdýra flutningsháttin?
Í veruleikanum vísir hetta einfalda roknistykki, at brúkarin í dag rindar meira enn dupult so nógv, sum neyðugt fyri at verða fluttur úr einum stað í annað. Meirkostnaðurin fer, nakað fýrakantað sagt, fyri stóran part til at sita tímavís í einum bili (túsund tals bilum hvønn dag) og brenna stórar og óneyðugar nøgdir av bensini upp í royk at dálka náttúruna við.
Fyrr var ein væl virkandi ferjuleið millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Men hon skuldi fyri alt í verðini jarðast. Eftir at hon var vorðin pínd niður yvir langa tíð, so eingin nytta var eftir í henni til endans, eydnaðist tað landsstýrismanninum at sannføra løgtingið um, at hon mátti niðurleggjast, tí tað var nógv betri einans at brúka farleiðina eftir vegnum. Vegurin var jú har kortini, og hvat skuldi brúkarin so við nakrari aðrari farleið?
Hvar var landsverkfrøðingurin, tá hetta varð gjørt, hansara samfelagssinni og skylda at upplýsa landsstýrismannin um øll viðkomandi viðurskifti – til dømis greiða honum frá, at henda loysn í veruleikanum kostar brúkaranum og samfelagnum milliardir av krónum yvir eitt áramál?
Tí tað ger hon jú. Hetta er nevniliga tann grundleggjandi fyritreytin fyri, at roknistykkið við einum nýggjum Skálafjarðartunli sær so gott út, sum tað ger. Tí verandi farleið er so ovurhonds nógv dýrari fyri brúkaran enn, um hann “bara” skal gjalda fyri ein tunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.
So nógv dýrari, at tað enntá væl kann loysa seg fyri brúkaran at betala bæði fyri sín egna tunnil og ein tunnil til Sandoyar heldur enn fyri at brúka verandi leið.
Men er tað rímiligt? Er tað rímiligt, at pilka okkum brúkarar av Skálafjørðinum og her um vegir út úr samfelagsrúgvuni og áleggja okkum einsamøllum at gjalda fyri eina samferðsluíløgu til ein heilt annan part av landinum? Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit eru ímóti einum undirsjóvartunli til Sandoyar, men skulu vit nú til at gjalda bæði fyri okkum sjálvi og onnur, bara tí at vit longu hava goldið alt ov nógv vegna tann førda politikkin tey nógvu seinastu árini?
Um nú eingin Norðskálatunnil var, og vit tí í dag skuldu koyrt allan vegin norður um Eiðisskarð til og frá høvuðsstaðnum, hevði roknistykkið við Skálafjarðartunlinum sæð upp aftur betri út. Skuldi tað tá verði álagt okkum einsamøllum eisini at gjalda fyri ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar?
Landsstýrismaðurin og landsverkfrøðingurin hava hesi árini, teir hava rátt fyri borgum, havt allar møguleikar sjálvir at komið við uppskotum um aðrar loysnir enn ta verandi, men tað hava teir ikki gjørt. Hví hava teir ikki tað?
Nú løgtingið greitt hevur víst, hvat tað vil við hesi farleið og hevur givið landsstýrismanninum eina uppgávu í tí sambandinum, mugu vit vóna, at hann og hansara landsverkfrøðingur virða løgtingið so mikið, at teir seriøst arbeiða fyri at fremja løgtingsins vilja og ikki handan tjøldini arbeiða við eini heilt aðrari dagsskrá.










