Hvat tippar Víkinga-formaðurin?

(Ljóðsamrøða) Hoyr upptaktsprát við Brand Jacobsen, Víkinga-formann, sum hevur tippað rætt til eina steypafinalu áður

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktssamrøðu við formannin í Víkingi, Brand Jacobsen, sum saman við meir enn 1.200 fólkum fer at taka við Vìkingi í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá NSÍ og Víkingur møtast í finaluni.

 

Brandur er vónríkur um, at Víkingur kann vinna sína fimtu av fimm møguligum finalum í kvøld. Vit bóðu Brand Jacobsen tippa úrslitið í kvøld. Nakað, sum Brandur hevur góðar royndir við. Í 2013 tippaði Brandur 2-0 til Víking ímóti EB/Streymi. Hann tippaði eisini, at Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen fóru at skora málini. Tá fekk hann rætt í báðum. Hoyr hvat Brandur tippar hesaferð.