Fyrr í dag fekk Rás2/in.fo orðið á Kristin R. Mouritsen, stríðsmann á HB-miðvøllinum.
Kristin hevur nógv jørn í eldinum, tí hann hevur fyri stuttum eisini gjørt ein góðan summarsang saman við øðrum góðum kreftum.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra hvat Kristin tippar til dystin B36-HB í kvøld.
Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at hoyra summarsangin, sum Kristin hevur verið til at gera: http://www.youtube.com/watch?v=EydswKfTbD0&feature=youtu.be
In.fo uppdaterar live frá dystinum, og Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2.
Tað ber til at lurta eftir dystinum her: http://www.pressan.fo/index.php?id=101