TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprát við kenda NSÍ-fjepparan, John Andersen, sum saman við hundraðtals fólkum úr Runavíkar kommunu fer at taka við NSÍ á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá teir spæla steypafinalu ímóti Vìkingi.
John hevur nógv um at verða á Tórsvølli hetta vikuskiftið. Á Rás1 og á stroymingini á fsf.fo er hann frásøgumaður til tær yngru steypafinalurnar.
John fer tó í leiklutin, sum vanligur fjeppari til finaluna um løgmanssteypið, har hann hevur góðar vónir um, at tað kann koppa vegin hjá NSÍ, hóast Víkingur á trimum sinnum hevur vunnið á NSÍ hetta kappingarárið.
Hoyr eisini hvat John tippar.
(Mynd: nsi.fo)