Helgi L. Petersen trívist væl í leiklutinum, sum hjálparvenjari hjá NSÍ í effodeildini. Hann fegnast um góðu byrjanina ímóti B68 á heimavølli við Løkin í Runavík, har tað eydnaðist NSÍ at hála heim ein tepran 1-0 sigur. Helgi viðgongur tó, at B68 var væl við í seinna hálvleiki, men hann er lættur um, at øll trý stigini komu til høldar.
Nú sær Helgi saman við hópinum fram til enn eina grannauppgerð, tá NSÍ komandi sunnudag skal ein tú yvirum fjørðin at vitja Skála, sum er hitt liðið í Runavíkar kommunu.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Helga L. Petersen í sendingini hjá Rás2 úr Runavíkar kommunu. Hoyr m.a. hvussu Helgi tippar dystin Skála-NSÍ.










