Hvat tippar hálvi íslendingurin Gunnar Nielsen?

(EM 2016 - ljóðsamrøða) Hoyr føroyska landsliðsmálverjan greiða frá hvussu EM-fepurin hevur rakt Ísland í hesum døgum

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, sum eins og Símun Samuelsen hevur eina íslendska mammu. Gunnar Nielsen verjir eisini málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH í Hafnarfirði.

 

Gunnar Nielsen greiðir frá, at tað merkist allastaðni, at nú er stundin komin til handa, at íslendska A-landsliðið í fótbólti fer at skriva søgu í kvøld, og fer at spæla sín fyrsta endaspælsdyst nakrantíð. Allastaðni har hann og familjan hava verið sæst og hoyrist okkurt um EM og Ìsland.

 

Gunnar Nielsen heldur, at íslendingar eru eitt stolt fólk, jaliga meint, og tí eru nógvir íslendingar eisini bjartskygdir um, at Ísland kann vinna seg víðari. Hannes Þór Halldórsson verjir íslendska málið, og Gunnar Nielsen heldur, at starvsfelagin í íslendska málinum hevur nógvar góðar dygdir. Tað krevst eisini, at Hannes Þór Halldórsson hevur eitt gott endaspæl, um Ísland skal vinna seg víðari úr bólkaspælinum, sambært Gunnari Nielsen.

 

Hoyr eisini hvat Gunnar Nielsen tippar í dystinum Ísland-Portugal.