Um middagsleitið fekk in.fo/Rás2 orðið á Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi, sum er farin at hugsa um enn eina grannauppgerð í effodeildini.
Hesaferð er tað NSÍ, sum vitjar í Sarpugerði, og Atli væntar enn eina harða grannauppgerð.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr hvat Atli Gregersen tippar í dystinum Víkingur-NSÍ.
Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Dysturin byrjar klokkan 19. Upptaktin byrjar klokkan 17.30. Tað ber til at hoyra dystin á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101
In.fo fer eisini at hava beinleiðis dagføring av dystinum millum Víking og NSÍ.










