Hvat snýr valið seg um?

Um eina løtu lata valhølini upp í samband við býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Seinastu vikurnar hava vit sæð óteljandi valgreinar, har valevnir bjóða seg fram at leiða býin politiskt.

Fólk eru eldhugað og nú tíðirnar eru so góðar – kommunan hevur onga skuld og samlaðu inntøkurnar eru omanfyri milliardina - so skortar ikki við lyftum í hópatali, ofta av populistiskum slag fyri at bróta frá dagliga streyminum av valgreinum, sum vit hava sæð seinastu vikurnar.

Kortini finnast mong, grundleggjandi dømi um økir í høvuðsstaðarkommununi, sum als ikki eru nøktandi, m.a. innan vinnupolitikk, eldraøkið, dagstovnaøkið og bústaðarøki, herundir eisini kloakkviðurskifti í kommununi. Hetta eru kjarnumál hjá einari kommunu og hesum vil eg – umframt sjálvsagt eina rúgvu av øðrum málum – fegin raðfesta, um eg fái møguleikan til tess.

Vit mugu fáa virðiligar umstøður á eldraøkinum, hægri normeringar á dagstovnaøkinum, so børn og starvsfólk trívast, og kommunala infrakervið við grundstykkjum, kloakkum, parkeringsviðurskiftum vm. má raðfestast nógv hægri í einum høvuðsstaði, har eitt fyribrigdi sum fólkavøkstur ikki uttan víðari eigur at brúkast sum umbering fyri støðuna í dag.

Somuleiðis hevur tað avgerandi týdning, at vinnan verður raðfest og fær góðar karmar at virka undir, eisini smærri fyritøkur og íverksetarar, tí hetta er sjálvt grundarlagið undir vælferðini, sum vit øll njóta gott av.

Fyri fýra árum síðani gjørdist eg átta atkvøður ov stuttur til at røkka einum býráðssessi.

Hesaferð vóni eg at røkka málinum – men tað letur seg einans gera, um tú persónliga møtir upp á valstaðnum og greiðir atkvøðu fyri mær í dag.

Gott val! ????