Hvat snýr málið seg um?

Thorbjörn Brochs
________

Nú öll kasta seg yvir Jógvan við Keldu, má eg spyrja, um nakar av teimum hevur spurt seg sjálvan, hvat málið snýr seg um. Málið snýr seg ikki um, at Jógvan við Keldu hevur lagt seg eftir einum ávísum útlendskum pari, men at tíðindafólk og politikkarar hava tikið seg saman, fyri at leggja á Jógvan við Keldu. Eg sá sjálvur sendingina. Hann helt seg til "sakina". Spurningurin var ikki, um eitt ávíst par skuldi fáa útbúgving í Föroyum. Tíðindafólkið vildi viðgera eitt ávíst par við einum ávísum navni. Men Jógvan vildi heldur tosa um, hvörjar meginreglur vit skuldu halda okkum til. Tí sendi hann eisini spurningin víðari til Mentamálaráðið. Var tað eingin, ið fataði tað? Ringt er at verða spurdur, tá ið ikki verður lurtað eftir, hvat ein veruliga svarar.
Ein maður, nevndur Martin, segði, at Jógvan "fanst at útlendingum, sum fáa sær útbúgving í Föroyum". Tað er ikki nokk at vísa til, hvat maður hevur sagt, um ein ikki dugir at síggja, hvat hann ikki hevur sagt. Ein annar maður var so primitivur, at eg vil hvörki nevna navn, heimstað ella orð hansara. Pressan burdi sett eitt mark fyri, hvussu ljótur ein sleppur at vera.
Í flest öllum londum verður tosað um yvirgang, og hvussu ein kann minka um hann. Í Noregi spurdi Carl I. Hagen, formaður Framburðsfloksins, hví teir "moderatu" muslimarnir - sum tosað verður um - ikki funnust at yvirgangsmonnunum. Svarið frá politikkarum, muslimum og tíðindafólkunum var eitt og tað sama. Tað var ein niðurgering av Islam, at seta sovorðnan spurning fram. Men sig mær: Kom svarið frá hjartanum, ella var tað bert eitt nýtt hövi at kasta seg yvir Carl I. Hagen?
Um nakar lesari hevur áhuga fyri útlendingamál, so er ein lítil viðmerking at lesa í Sosialinum tann 14. apríl í ár. "Útlendingar" eitur hon. Eg var bangin fyri, at okkurt í greinini skuldi ganga út, og so varð. Álopini móti Jógvani við Keldu eru farin útum tað, sum eigur at roknast sum sömiligt.