Hvat skal peningurin í Føroyagrunninum og Framtaksgrunninum brúkast til?
Tað er ein áhugaverdur spurningur, sum nú verður reistur í politiska kjakinum.
Og sjálvur setti Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hol á kjakið í Ólavsøkurøðu síni.
Har avdúkaði hann, at landsstýrið heldur, at peningurin í framtaksgrunninum skal brúkast sum tolin og váðafúsur kapitalur til nýggjar vinnuætlanir.
Landsstýrið fer at virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so at grunnurin oftari enn nú leggur seg eftir at gera íløgur í nýtt virksemi við tolnum og váðafúsum kapitali, segði løgmaður.
Men hann vísir á, at ein annar grunnur, sum eisini hevur fingið nógvan pening, er Føroyagrunnurin og tað er eisini ein spurningur, hvat tann peningurin skal brúkast til.Ì tí sambandi vísir hann til tað, sum formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum skjýtur upp.
Hann skjytur upp at brúka peningin í Føroyagrunninum til útbúgving.
Grunnurin átti at nýtt peningin til at stuðla útbúgving. Ein frálíkur máti kundi verið at umskúla stóran part av flakafólkinum, sum eru hótt av arbeiðsloysi, heldur Johnny í Grótinum.
Hetta er heilt avgjørt eitt gott hugskot, sum eigur at verða viðgjørt við teirri virðing, sum eitt frálíkt hugskot eigur, heldur Løgmaður.
Tað er onki at ivast í, at útbúgvingar eru sera týdningarmiklar og at tær hava stóran tørv á pengum.
Brúk fyri vágafúsum pengum
Men Jóannes Eidesgaard staðfestir, at Føroyagrunnurin er ein vinnugrunnur og tí er tað eisini natúrligt um grunnurin onkusvegna er uppi í vinnulívinum.
Aðrastaðni er vanligt at hava grunnar, sum hava til endamáls at seta vágafúsan kapital í nýggjar vinnuligar ætlanir sum eitt slag av íverksetarastuðuli.
Tað heldur løgmaður hevur manglað í Føroyum í ólukkumát, tí vinnuspírar, sum hava arbeitt við nýggjum ætlanum, noyðast at brúka alt ov stóra orku uppá at útvega fígging heldur enn til vørumenning og framleiðslu. Tí haldi eg, at tað er umráðandi at hava grunnar, har peningurin var eitt sindur fágafúsari í sambandi við ýggjar verkætlanir, enn vanligu peningastovnarnir eru.
Umhugsa at broyta viðtøkurnar
Annars heldur løgmaður ikki at tað er rætt skilt, tá ið sagt verður, at Føroyagrunnurin hevur serligar skyldur mótvegis Norðoyggjum.
Endamálið hjá grunninum er at eiga partapening í JFK. Men tá ið hann nú selur síni partabrøv í fyritøkuni, tulki eg tað sum um eina stig at koma sær burturúr tí vinnuliga virkseminum.
Tí heldur løgmaður, at teir eru komnir eitt sindur í stríð við sínar egnu viðtøkur og tí heldur hann eisini, at nevndin fyri grunnin eigur at umhugsa at broyta viðtøkurnar.
Annars kann avkastið av peninginum í grunninum brúkast útbúgving og gransking, men tað kann eisini brúkast til vinnulig endamál av ymsum slagi og tað er onki sum forðar grunninum at seta pening í vinnuligar ætlanir allastaðni í landinum.
Men tá ið summi stúra fyri, at at grunnurin mest fer at hugsa um Norðoyggjar, er tað tí, at norðoyggjar eru so væl umboðar í nevndini.
Men tað er eisini ein orsøk afturat til at nevndin eigur at umhugsa at broyta viðtøkurnar, heldur løgmaður.
Kortini ásannar hann, at hetta eru viðurskifti, sum landsstýrið ikki hevur so stóra ávirkan á. Tað eru viðtøkurnar fyri grunnarnar, sum gera tað av, og tað eru bara grunnarnir sjálvir, sum kunnu broyta viðtøkurnar.
Men eg haldi, at landsstýrið hevur fullan rætt til at hava eina hugsan um, hvat peningurin í grunninum skal brúkast til og tað haldi eg eisini, at landsstýrið bæði hevur rætt til og eigur at hava, sigur Jóannes Eidesgaard.