Hesum lyftum vil Fólkaflokkurin halda, og tí vilja vit í mest møguligan mun stuðla teimum ætlanum, sum eru um hægri útbúgvingar og um gransking.
Lyfti Fólkafloksins eiga at síggjast aftur í tí politikki, flokkurin fremur og sjálvsagt eisini í teimum raðfestingum, ið gjørdar vera innan hesi øki.
Fróðskaparsetrið hevur hesa seinastu tíðina fingið drúgva viðgerð í fjølmiðlunum. Ikki so løgi, tí undan valinum vóru flest allir flokkar samdir um, at hægri lestur og gransking skuldi fáa hægri raðfestingar.
Læt meg siga beinanvegin, at Fólkaflokkurin heldur, at tað hevur stóran týdning - júst nú - at satsa upp á hægri útbúgvingar.
Tí er tað sera óheppið, at formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kalsberg, umboðandi Fólkaflokkin í almenna kjakinum, á ein rættuliga niðurgerandi hátt leggur eftir Setrinum og teimum fíggjarligu útrokningum, sum liggja til grund fyri virkseminum hjá Setrinum. Eisini fær útbúna fólkið ella, sum hann rópar tey, akademikararnir sum búgva her í Havn, av at vita. Umframt verða vit politikarar, sum ivaleyst “hoppa upp á vognin” hjá omanfyri nevndu, skírdir sum hentir idiotar. Sera primitivt og betri ósagt.
Eg havi hugsað nógv um, hvat hatta skuldi vera gott fyri, og dugi eg ikki at síggja, at úttalilsini hjá Anfinni tæna til fyrimuns fyri Fólkaflokkinum á nakran hátt. Heldur ikki fyri einum skilagóðum og ábyrgdarfullum búskaparpolitikki framyvir.
Men kanska er tað so einfalt, at ein sokallaður útjagarapolitikari, við slíkum úttalilsum, vinnur sær sjálvum nakað fyrimunir – annað kann tað ikki vera.
Sjálvt um eg als ikki eri serliga stoltur av avrikinum hjá fíggjarnevndini, so eri eg púra samdur við fíggjarnevndina og við fíggjarmálaráðharranum um, at karmurin um fíggjarlógina er gjørdur og hann verður ikki broyttur – tað vildi verði óðamannaverk.- men um vit hava mistikið okkum í játtanini til Fróðskaparsetrið, eiga vit at kanna, hvussu vit innan fíggjarkarmin kunnu rætta mistakið. Tað fer Fólkaflokkurin at hjálpa til við.
Eg haldi ikki, at fíggjarnevndin og setrið hava sama útrokningargrundarlag.
Míni ráð til Setrið skulu tí vera: Setið tykkum niður og gerið eina neyva lýsing av, hvat virksemi neyðugt er at hava fyri at frálæran kann liggja á einum rímuliga høgum støði. Havi í huga, at talan er um eina tíð við sera trongum fíggjarkarmi.
Mentamálaráðið eigur somuleiðis at endurskoða innanhýsis fíggjarætlanina og royna at finna eina felags virðiliga loysn – tað verður ein góð íløga – kanska tann besta - fyri Føroyar í hesum døgum.









