Hvat sker í HB?

FM1: Venjaratoymið hjá HB verður á vitjan í Fótbóltspanelinum, sum byrjar klokkan 15

Í Fótbóltspanelinum, sum verður á FM1 í dag frá klokkan 15 til 17, verða Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, og Sebastian Dam, kropsligur venjari hjá HB, gestir. Teir koma á gátt til seinna tíman frá klokkan 16 til 17.

HB er oddalið í føroyskum fótbólti og hevur partvís brotið upp úr nýggjum. Felagið hevur lagt afturat venjingarmongdini, sum fyrrverandi venjarin, Heimir Guðjónsson, økti í stóran mun. Eisini spælir HB ein øðrvísi spælitíð enn tey flestu. Liðið leggur trýst heilt frammi á vøllinum og spælir við nógvari orku.

Hartil hevur HB útmerkað seg til at finna loysnir, tá skaðarnir hava verið nógvir. Millum teirra eru ungi Samuel Chukwudi og fyrrverandi hondbóltsspælarin, Hilmar Leon Jakobsen, sum á hvør sín hátt hava sett sín dám á avrikini higartil.

So hvat fyri arbeiði liggur aftanfyri spælistílin og framgongdina hjá HB? Hvussu nógv skal til fyri at skapa eitt umhvørvi, har spælararnir eru so væl fyri, sum spælararnir hjá HB tykjast vera í nú. Tað koma Jens Berthel Askou og Sebastian Dam í studio at fortelja um.

Í fyrra tímanum verður hugt aftur á teir tríggjar framskundaðu dystirnar, sum hava verið í gjár og fyrradagin, og hugt verður eisini fram til 13. umfar, sum verður á um ólavsøkuna. Eisini verður hugt aftur til seinastu steypafinaluna, sum var á ólavsøku, tá Víkingur vann á EB/Streymi, og tá B71 í 2010 vann á HB á ólavsøku.

##ms##