Ráðini til kvinnur við barn og øll onnur er at eta fruktir og grønt fleiri ferðir um dagin.
Et eisini fisk og viðskera úr fiski fleiri ferðir um vikuna. Gloym ikki at eta epli, rís ella pasta og groft breyð hvønn dag.
Mælt verður til at ansa eftir sukuri, serliga sodavatni, góðgæti og køkum. Best er at eta lítið feitt og soleiðis at ansa eftir mjólkarvørum og kjøtvørum.
Tú eigur at eta fjølbroytt og at varðveita normalvektina.
Ráðini eru eisini at sløkkja tosta við vatni - og at røra teg í minsta lagi 30 minuttir um dagin.
vilmund@sosialurin.fo