Hvat skal tú hyggja eftir?

Er tú í iva um tíni børn nýta rúsevni, eru nøkur ting tú sjálv/ur kann gera til tess at kanna hetta. Tá rúsevni verða nýtt eru mest vanligu teknini:

• Ovurkæti – Eru meira uppstemt enn vanligt, ella umvent sera ill um okkurt. Ring at koma í samband við. Ofta tekin um nýtslu av ecstasy, amfetamin ella øðrum sterkum rúsevnum

• Útspílaðar pupillur – Standi í sama ljósforholdi og kanna tína egnu pupillu og hygg so eftir pupilluni hjá honum ella henni, tú hevur mistanka til. Av sterkum rúsevnum verða pupillurnar útspílaðar

• Reyð eygu – Av hassji verða eyguni ofta reyð. Men hetta verður lættliga goymt við nýtslu av serligum eygnadropum. Er verri at legga merki til