Hvat skal henda við Føroyingahavnini?

Stóri spurningurin hevur leingi verið: Hvat skal henda við føroyingahavnini? Skal hon ruddast upp, rívast niður ella ístandsetast og varðveitast – um so er, hvør skal so gera arbeiðið og fíggja tað?

Føroyingar eiga at rudda upp eftir sær í Føroyingahavnini.

 

Tað var áheitanin frá fyrrverandi landsstýrisformanni Kim Kielsen á løgmann Aksel V. Johannesen í 2016. Løgmaður lovaði at taka málið upp, og árið eftir gjørdu Landsverk og Tjóðsavnið eina kanning av bygningunum í Føroyingahavnini saman við Grønlands Nationalmusseum.

 

Niðurstøðan var, at standurin er so ringur, at best er at rudda økið og burturbeina støðina.

 

Mett varð tá, at tað hevði kostað um 23 milliónir. Síðan tá er einki ordiliga hent í málinum. Vit vita enn ikki, hvør ætlanin við Føroyingahavnini er, og hvat tey bæði landsstýrini vilja við henni.

 

Tí hava vit spurt bæði landsstýrini, hvat status er.

 

LES EISINI: Stór myndarøð: Føroyingar á ferð í Føroyingahavnini

 

##med2##

 

Føroyar: – Vit hava einki frætt

 

Løgmansskrivstovan upplýsir, at tá frágreiðingin bleiv handað Grønlendska landsstýrinum í januar 2018, blivu tvey ting avrádd: 1) Grønland skuldi kanna eigaraviðurskiftini á staðn­um og senda føroyingum frágreiðing um tað, og 2) senda Føroyum uppskot um upprudding og fígging.

 

– Landsstýrið hevur ikki frætt nakað frá Grønlendska landsstýrinum hesum viðvíkjandi. Á fundi millum táverandi landsstýrisformannin Kim Nielsen, og táverandi løgmann, Bárður á Steig Nielsen í 2019, bleiv málið umrøtt. Tá bleiv lovað frá grønlendskari síðu, at man skuldi venda aftur. Men hetta er framvegis ikki gjørt.

 

– Einki formligt samskifti hevur verið millum Løg­mansskrivstovuna og Grønlendska landsstýrið um málið síðan fundin í 2019, siga tey úr Løgmansskrivstovuni.

 

Grønland: – Vit bíða eftir svari frá Landsverki

 

Sambært Løgmansskrivstovuni bíðar Landsstýrið eftir svari frá grønlendska landsstýrinum. Men hetta er ikki heilt so einkult, sambært grønlendska umhvørvismálaráðnum, sum hevur málið um Føroyingahavnina um hendi.

 

Tí hin 30. januar 2019 sendi ráðið eitt uppfylgjandi bræv um uppruddingina til Landsverk.

 

Men einki svar er komið frá hvørki Landsverki ella Løgmansskrivstovuni.

 

Í brævinum til Landsverk sigur grønlendska umhvørvis­ráðið, at tørvur er á einari umfatandi umhvørviskanning, áðrenn tey kunnu fara víðari við møguligum loysnum fyri upprudding av Føroyingahavnini (Nordafar).

 

Kanningin skal klárleggja umhvørvisskaðilig evni í byggitilfari, installatiónum og maskinum, umframt møguliga brennievnisdálking í økinum.

 

– Vit ryktu eftir svari í desember 2019, men hava enn ikki fingið svar, siga tey. Av tí sama fær Umhvørvisráðið ikki givið nakað svar uppá, hvat Grønland vil og ætlar við Føroyingahavnini, men sær málið sum eina umhvørvisupprudding.

 

– Umhvørvisráðið skal sum umhvørvismyndugleiki góðkenna ítøkiligu ætlanirnar hjá føroyska landsstýrinum fyri umhvørvisuppruddingina av Nordafar og útflýgg ja neyðugu umhvørvisgóðkenningarnar. So fyri at koma víðari í málinum um upprudding, skal umhvørvisráðið hava svar úr Føroyum:

 

– Vit bíða enn eftir svari upp á brævið frá 30. januar 2019 til Landsverk. Vit gleða okkum til at endurtaka dialogin til tess at fáa konkretiserað ætlanirnar fyri tær framhaldandi kanningar og ta endaligu upprudding, siga tey.

 

##med3##

 

Landsverk og Løgmansskrivstovan

 

Tá vit so spyrja á Landsverki, hví tey ikki hava svarað áheitanini úr Grønlandi, vísir Landsverk víðari til Løgmans­skrivstovuna.

 

Áheitanin bleiv send víðari til Løgmans­skrivstovuna at taka støðu til.

 

– Vit hava ikki frætt aftur frá Løgmansskrivstovuni, ljóðar tað úr Landsverki. Vit spyrja síðani um hetta á Løgmansskrivstovuni, og har fáa vit hetta svar:

 

– Umhvørviskanningaráheitanin frá 2019 til landsstýrið hevur skeiva adressu. Landsstýrið hevur ikki ábyrgd av at gera slíka kanning, tí tað eru antin grønlendskir myndugleikar ella eigarnir, sum skulu taka sær av og fíggja slíka kanning í fyrsta umfari.

 

– Tað verður í Føroyum enn bíðað eftir einum samlaðum útspæli úr Grønlandi um, hvussu umhvørvismyndugleikarnir ætla at grípa uppruddingina an.

 

– Í hesum viðfangi er týdningarmikið at gera sær greitt, at landsstýrið hvørki er umhvørvismyndugleiki í Grønlandi ella eigari av ognum í Føringahavnini, upplýsir Løgmansskrivstovan.

 

##med4##

 

Føroya landsstýri meinar ikki, at Føroyar formelt hava ábyrgd av Føroyingahavnini, tí tað mesta er privatogn – og tann, sum eigur ognina hevur skyldu at halda og rudda hana.

 

– Ognirnar hjá A/S Nordafar vóru á tvingisilssølu í Nuuk 15. oktober 1990 seldar privata felagnum Aps Handelsselskabet Færøerne í Nuuk. Hetta felagið fór í sjálv­bodna likvidatión 19. juli 1994, sigur Løgmansskrivstovan.

 

– Yvirskipað er landsstýrið av tí fatan, at uppgávan at fremja uppruddingina liggur hjá grønlendsku myndugleik­unum. Landsstýrið hevur ikki heimild at fremja upprudding á privatari ogn í einum øðrum landi.

 

Tó avvísa Føroyar ikki luttøku í einari upprudding, umframt møguliga fígging.

 

– Tá ein neyvari uppruddingarætlan fyriliggur frá grønlendskari síðu, fer landsstýrið at kanna, hvussu stóra upphædd politisk undirtøka er fyri í løgtinginum fyri at lata grønlendingum at rudda upp í Føroyingahavnini.

 

Vit hava spurt aftur hjá Grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, um viðmerkingarnar hjá Løgmans­skriv­stovuni, men hava ikki fingið svar, áðrenn hetta blaðið varð prentað. Fáa vit svar í næstum, kemur tað helst við í eina aðra grein.

 

Eisini spurdu vit Løgmansskrivstovuna, hví grønlendsku myndugleikarnir ikki hava fingið boð um, at Føroya Landsstýrið ikki ætlar at gera slíka kanning, og um grønlendingar tí ikki skulu rokna við, at teirra áheitan verður gingin á møti. Svar kom heldur ikki, áðrenn prentstart (tá í august - og svar er enn ikki komið síðan tá).

 

##med5##

 

##med6##

 

Hendan greinin var prentað í serútgávuni hjá Sosialinum um "Føroyingar í Nuuk" í august.

 

LES EISINI: Stór myndarøð: Føroyingar á ferð í Føroyingahavnini