Sum tað er hugaligt og mennandi at síggja hvussu væleydnaðir Sjómannadagarnir í Klaksvík eru og hvussu Norðuroyggjar fjølga um og stuðla okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna . Eisini er áhugavert at síggja hvussu væl Klaksvíkin longu nú dugur at fáa burturúr teimum stóru ferðamannaskipunum sum leggja leiðina handavegin, har grør um gangangi fót.
Tíðanverri er ikki sama entusiasmu í Havn um nakra vinnu. Burtursæð fra skipasmiðuni hjá Mest, Vónini og alingini hjá Gulanum er so at siga ongin framleiðandi vinna eftir í okkara Høvuðsstaði. Eg havi mína dagligu gongd á Vestaru bryggju og líka hugaligt sum tað er at síggja skapandi hendur á Skipasmiðuni og Vónini líka deprimerandi er at síggja tómu bygningarnar hjá Bacalao – havið stendur fult av makreli og sild og vit gera onki í Havnini við hetta tilfongi, spell. Reiðaríðini fæðkast her eisini so tað er sera hugaligt at síggja Enniberg leggja at bryggju úr Barentshavinum, sum oftast fullfermdur.
Sannroynd er at Havnin idag livir av bygdunum og út við 60 % av inntøkunum hjá Tórshavnar Kommunu stava frá almennum lønum Hetta er sera skeiv gongd og verður nýggja Býráðið noytt beinanvegin at orða ein alternativan vinnulívspolitik fyri Havnina, fráfarandi Býrað hevur litið og onki ítøkiligt gjørt á hesum øki.
Allarhelst er fiskivinna sum vit kenna hana eitt farið kapittul hjá Havnina, í løtuni í hvussu er. Júst sum Tvøroyri nu byrjar at koma fyri seg á framleiðsuøkinum aftaná ein langan dvala so fer Havnin kanska aftur at mennast á hesum øki um nøkur ár.
Vit eru eisini við at gloyma handverkið og eg frætti at byggifeløg hava torført at fáa lærlingar. Vit mugu fjálga um byggivinnuna í Havn og haldi eg at rættast er at bert byggifeløg í Tórshavn sleppa at bjóða uppá arbeiðir i Havnar Kommunu Vit síggja eisini at so skjott ein kokkur er útlærdur her fer hann at arbeiða í norsku hjálandavinnuni har hann vinnur fleiri ferðir so nogv undir DIS skipanini enn á okkara hotellum og matstovum. Aftur ein gongd sum ikki er til fyrimunar fyri Havnina og mugu vit skapa karmar sum fáa fólk at støðast.
Havnin verður noydd at sasta stórt uppá kreativar vinnur; film, tónleik, gastronomi, gransking, ferðamannavinnu, upplivingar osfrs og at hava teir bestu skúlarnar og besta lestrarumhvørvi í landinum. Upplagt er at fara undir at ein árligan Film Festival í Tórshavn sum skal mennast til at verða tann besti í norðurhøvum.
Havstovan skal fáa møgulleikar at mennast til eitt Oceanografiskt Institutt og eigur Mest beinanvegin at fara undir nýggja havrannsóknarskipið. Okkara havumhvørv hevur globalan týdning og ein altjóðagerð og akademisk menning av Havstovuni fer at viðføra stóran útlendskan áhuga til gagns fyri føroyska gransking og nyggjar vinnumøgulleikar. Tekniski Skúlin eigur at fara undir kokka og tænaraskúla fyri at menna okkara gastronomi og ferðamannavinnu. Froðskaparsetrið skal mennast.
Aftaná at hava forsømt og syltað Musikskúlan í 4 ár er fráfarandi Býráð nú sum valflesk farið at tosa um nýggjan Musikskúla. Tað standa yvir 1.000 børn á bíðilista til at sleppa at spæla í Musikskúlan og fer komandi Býráð at gera henda skúla til veruleika, hetta er eitt av stóru hjartamálunum hjá Tjóðveldisflokkinum. Tonleikur skal mennast og raðfestast høgt.
Havnin skal gerast okkari “grøni høvuðsstaður” við menning og gransking av alternativari orku við SEV sum flaggskipi.
Tað er so hugaligt at tosa um ígongdsetan, gransking og at vera kreativur osfrs. Til hetta krevst inspiration, hart arbeiði, fígging og mennandi karmar og er tað her at Tórshavnar Kommuna við Tjóðveldisleiðslu kan verða við og skal eitt aktivt Tórshavnar Vinnumálaráð setast á stovn sum eisini skal luttaka fíggjarliga í nýggjum projektum sum kunnu skapa arbeiðspláss.
Skal Havnin yvirliva skal kreativiteturin og tað skapandi menniskja setast í hásæti !