Hilmar Danielsen
Valevni Kristiliga Fólkafloksins til Klaksvíkar býráð
Í allari rúgvuni er hópur av góðpum hugskotum til alt tað ymiska ið má og skal gerast bæði innan hetta og hatta. Inn ímillum hómast onkur, ið tosa rum niðurgjaldan av skuldi g avmarkaða fíggjarstyrki.
Raðfesting er neyðug
Øll hugskotini kunnu verða góð á sín hátt og eingin ivi er um, at ein og hvør sum letur seg uppstilla til býráðið, vil býi okkara tað besta. Men samstundis er alneyðugt hjá okkum at halda høvdið kalt og minna okkum á, at allur peningurin, sum vit skulu nýta, má takast inn við skatti frá teimum, sum her búgva.
Um vit hyggja eftir fíggjarætlanini fyri ár 2000, soer høvuðstølini áleið soleiðis:
Skattainntøkur 80,0 mió.
rentur og avdráttir: 15,0 mió.
skúli og mentan: 13,20 mió.
almannamál, íroknað barnaansing 13,2 mió.
vegir, vatn renovatión v.m. 20,0 mió.
umsiting 5,8 mió.
Tá vit hava hesi tøl fyri okkum, so er tað spurningurin kemur: hvat øki skal skerjast fyri at annað skal økjast. Ella skal skatturin økjast fyri at seta meira virksemi í gongd. Eg havi arbeitt fyri og vil framvegis arbeiða fyri eina javnari niðurgjaldan av skuldin og eini góðari raðfesting av arbeiðum, ið gerast skulu, soleiðis at býur okkara verður betri at liva í fyri hvørt ár sum gongur. Eg eri ímóti skattahækkan, men fyri góðum tíðarætlanum, sum greitt vísa okkum borgarum, hvat vitk unnu vænta okkum fyri tann inngoldna skattapeningin.
Vegir og gongubreytir
Sum dømi kann nevnast gongubreytir og vegir okkara, sum fleiri, kanska við røttum, hava ávíst eru í ringum standi. Ein gongd leið er at finna samlaða tørvin og fella hvørt neyðugt arbeiði niður á blað. Harvið síggja vit, hvat tørvurin er innan øki, sum eitur vegir og gongubreytir. Saíðani er tað uppgávan hjá býráðnum at raðfesta henda tørvin yvir eitt áramál eftir tí upphædd usm býráðið metir vera ráðiligt at seta av til arbeiði. Harvið hevur ein og hvør møguleika at síggja hvussu long tíð gongur, til ymisku arbeiðini kunnu gerast.
Sjálvandi kunnu broytingar stinga seg upp í slíkari lantíðarætlan , men í høvuðsheitum eigur ein slík ætlan at leggjast sum grundarlag fyri einum vælskipaðum býráðsarbeiði, tí hetta gevur ein tryggleika og stabilitet, sum er góður fyri eitt samfelag sum okkara.