Amerikumenn hava nú gjørt eina nýggja kanning av konufólki og skóm teirra.
Meghan Cleary frá New York hevur givið út eina bók, sum eitur » Tú kanst læra nógv um eina kvinnu við at hyggja at skóm hennara ? álvara!«
Bókin snýr seg um, hvussu tú kanst síggja persónligheitina á kvinnum, við at hyggja at hvørjum skóm tær ganga í. Tað sigur nevniliga rættiliga nógv, verður staðfest.
Kanningin vísir, at konufólk, ið brúka sonevndar flip-flops ella klipp-klappar, ið eru eitt slag av inniskóm, eru uttandura typur, sum eru fullar av orku og sum elska havið.
Konufólk, ið ganga í tuflum eru búnar, arbeiðssamar og vinarligar kvinnur.
Teimum, ið best dáma ítróttarskógvar og sneakers, eru modernaðar, vita alt um nýggjasta tónleikin og dáma væl at vera í býnum, dag sum nátt.
Tær kvinnur, ið nýta høghælaðar sandalur, eru ógvuliga femininar. Tær megna væl at fáa øll øki í lívinum at javnviga, bæði kærleikslívið, arbeiðslívið og sosiala lívið.
Høvundurin av bókini, Meghan Cleary, hevur gjørt kanningina og skrivað bókina út frá egnum eygleiðingum, og hon er nú sannførd um, at einki sigur so nógv um sinnisstøðuna hjá eini kvinnu, sum skógvarnir.
Um tað veruliga passar kunnu fólk so sjálvi meta um. Men um tit eru vorðin bitin av háttinum, kunnu tit gleða tykkum, høvundurin er nevniliga longu farin undir eina tílíka guide til mannfólk og skógvar teirra eisini.
eys









