Hetta líknilsi verður tulkað á henda hátt, fikutræið er Ísraelsland og hini trøini eru hini londini. Tann 14. mai 1948 gjørdist Ísrael sjálvstøðug suveren tjóð; tá byrjaði fikutræið at spretta og grógva og ein kann ímynda sær mangt eitt menniskja, ið runnið er av sannleiksrót og mangan søguskrivara við ábyrgd, og vit onnur, gripin av undran yvir at síggja hetta undurið, fikutræið - Ísraelsland, vaksa fram og blóma sum urtagarður Edens á jarðarinnar nalva. Eitt land sum fyri hálvari øld síðan mest var at líkna við eina oyðimørk, men sum síðan 1948 og fram til dagin ídag hevur ment seg til at verða ein av heimsins fremstu tjóðum, bæði andaliga, mentanarliga, søguliga, búskaparliga og ikki minst hernaðarliga. Sigast má, ein sannur valdsfaktorur mitt á jørðini.
Men Harrin segði ikki bara fikutræið - Ísraelsland, men eisini hini trøini - londini, skuldu gerast fríar suverenar tjóðir, eisini lítla træið - landið Føroyar, er undirritaði sannførdur um, er roknað við.
Aftaná 1948 táið Ísrael fekk tjóðarfrælsi, kom rættilig ferð á hjá hinum londunum at fáa tjóðarfrælsi og síðan 1948 er tað ein ørgrynna av kolonium og hjálondum sum ídag eru sjálvstøðugar suverenar tjóðir. Og hendan gongdin heldur áfram, ja sjálvt í okkara ríkisfelagsskapi. Tað lítla træið - landið Føroyar rópar um suverenitet, Grønland, sum er við í felagsskapinum rópar somuleiðis um tjóðarfrælsi. Mong lond úti í heimi kundi verið nevnd, men lat okkum nevna eitt: Tað Palistinska fólkið, eitt fólk uttan samleika (identitet), ið hevur fjakkað runt uttan nakað heimland, men sum nú við treysti og stórum bjartskygni, sum ongantíð áður, kann síggja fram til, at dreymurin um egnan suverenan stat, kann gerast veruleiki.
Fyri at venda aftur til træið. Hví samanber Harrin londini, eisini okkara land, við eitt træ? Jú eitt træ er sett saman av einari rót, einum buli (stammu) og av greinum og bløðum. Eitt og hvørt træ er sjálvstøðugt. Tað hevur ikki fyri neyðini ígjøgnum rótina at verða samanbundið við eitt annað størri træ fyri at fáa føði, nei, har tað er gróðursett tekur tað til sín, gjøgnum rótina føði (vætu og sevju) og alt tað, ið orkukeldan sólin framleiðir, fyri at kunna vera sevjuríkt og grønt og bera búnan ávøkst.
Á sama hátt er tað við einum landi (tjóð). Tað má verða sjálvstøðugt fyri at kunna taka til sín allar ressursir, ið tað hevur fyri neyðini, fyri at kunna vaksa og kunna gerast eitt valatræ - land - tjóð.
Tað undirritaði vil nema við her er hetta. Tað er ikki dugnaskapur politikkaranna eina í Føroyum og øðrum londum, ið virka fyri tjóðarfrælsi, ið skapa hesar loysingarhugsjónir, nei, tað er profetaorðið ið gongur út. Undirritaði nýtir eitt bíbilskt orðafelli: Sum tit bæði síggja og hoyra. Tá ið tit síggja hetta henda skulu tit vita, at ríki Guds er nær, tað skal líka nevnast, at her er ikki bert talan um tað ríkið, sum skriftirnar siga: Er innan í tykkum (teim heilagu), men um dýrdarríku komu Harrans í mátti og miklari dýrd.










