Hvat sigur fótbóltspanelið um TB-málið?

Hoyr her hvat André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge hava at siga um hetta málið!

Í vikuni bleiv TB revsað fyri at hava gjørt ein loyniligan sáttmála við Igor Grkajac, sum spældi við TB í 2012.  André Dalfoss, fyrrverandi formaður í TB, og Kim Roest, fyrrverandi formaður í Fótbóltsnevndini hjá TB hava fingið forboð fyri at arbeiða í føroyskum fótbólti í ávíkavist fýra og trý ár.

 

TB fekk somuleiðis eina bót upp á 50.000 krónur, men onga ítróttarliga revsing, hóast Igor Grkajac hevði avgerandi týdning fyri, at TB yvirlivdi í bestu deildini í 2012. TB var bara eitt mál frammanfyri B68, tá samanumkom. Igor Grkajac skoraði tvær ferðir móti júst B68.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, og tú kanst hoyra hvat fótbóltspanelið hjá Rás2, Tróndur Arge, André Olsen og Ólavur Larsen høvdu at siga um hetta málið. Eisini ber til at hoyra áskoðanina hjá John Williami Joensen, blaðstjóra á Norðlýsinum.