Nógvar gitingar eru nú um, hvat italski spælarin Marco Matarazzi skal hava sagt við Zinedine Zidane, áðrenn franski stórspælarin stútaði hann í bringuna. Fólk, sum duga munnlestur, hava givið síni boð um, hvat varð sagt, meðan onnur vísa til søgur, sum hava gingið eftir dystir. Onkur vil verða við, at Matarazzi kallaði Zidane fyri ein terrorist. Ein italskur serfrøðingur heldur, at Matarazzi segði, at hann ynski Zidane og familju hansara ein andskræmiligan deyða. Zidane hevur umvegis umboðsmann sín boðað frá, at hann seinni í vikuni fer at greiða frá, hvat hendi, tá ið hann fekk reyða kortið í HM-finaluni.