Hví er tað so umráðandi, at ein prestur ikki skal hava royndartíð? Hví skal ein prestur, eftir at hann er settur í starv, verða leysur av tí kirkjuráði, sum hevur valt hann? Hvat er tað hann ræðist? Grundgevingin hjá formanninum, at hann um trupuleikar stíga upp, er settur eftir skeivum fortreytum, heldur als ikki. Tað vita prestarnir eisini. Líkamikið um hann hevur havt royndarprædiku ella hevur verið til eksamiu hjá bispi, so kann hann gerast ein heilt annar persónur eftir hetta. Tað hava vit tíverri fleiri dømi um. Havi áður víst á hetta við áramálsetan, og hevði tað verið ein frálík skipan. Tí eigur at vera hildið fast við, at prestar eins og aðrir embætismenn, hava eina royndartíð, eini 3-5 ár.??Einki er at óttast, tá ið prestur ger gerning sín og røkir sítt starv.??