Tað er ikki altíð, at djór sita so væl um sátt. Hvør av øðrum liva má, verður ofta sagt, og tað er ikki óvanligt, at viðurskiftini millum hund og seyð eru eitt sindur spent við hvørt. Men her er eitt dømi um, at tað eisini kann vera tann beri idyllur, tá ið ymisk djórsløg hittast. Hesir báðir fáa sær eitt prát, men søgan sigur einki, hvat teir práta um.









