Hvat nú Klopp?

Premier League: Liverpool hevur so nógvar skaðar, at Jurgen Klopp umhugsar at keypa ein miðvallara

Liverpool hevur fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið. Liverpool byrjaði við at vinna stórsteypadystin, men í fyrsta umfarinum í Premier League gekk verri. Liverpool spældi javnleik 1-1 móti uppflytarunum úr Fulham.

 

Í dystinum mátti 31 ára gamli bóltsnillingurin, Thiago Alcantara, takka fyri seg, tá tað fór at prika í lærinum. Hann verður væntandi úti í upp til seks vikur. Saman við honum sita spælarar sum Ibrahima Konaté Naby Keita, Curtis Jones, Alex Oxlade-Chamberlain, Kostas Tsimikas og Diogo Jota uttanfyri við skaðum, meðan Jordan Henderson og James Milner ikki blíva yngri.

 

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, bleiv tí spurdur á tíðindafundinum eftir dystin, um hann nú skuldi út at keypa ein miðvallara afturat. Hann helt fyri, at tað ikki var besta loysnin, tí onkir av spælarunum eru bara skaddir í eitt styttri tíðarskeið.

 

Tó legði hann afturat, at eitt møguligt keyp skal geva meining. Spurningurin er so um skaðin hjá Thiago ger, at eitt keyp gevur størri meining, tá Liverpool nú skal til at spæla tveir dystir um vikuna meginpartin av kappingarárinum.

 

Thiago Alcantara, Naby Keita og Alex Oxlade-Chamberlain hava ikki prógvað, at teir klára at spæla eitt heilt kappingarár. Bretskir miðlar nevna nøvn sum kroatiska Marcelo Brozović, italska EM-vinnaran Nicolò Barella og 23 ára gamla portugisan í Sporting Lisbon, Matheus Luiz Nunes.

 

Liverpool hevur í summar bara keypt ungar spælarar. Darwin Núñez (23 ár), Fábio Carvalho (19 ár) og Calvin Ramsay (19 ár). Ítróttarskrivarar sum James Pearce og aðrir halda fyri, at Liverpool er í holt við eitt ættarliðsskifti, og at tað kemur at síggjast komandi tíðina. Stóra vónin er, at Liverpool fær fatur á Jude Bellingham hjá Borussia Dortmund til komandi kappingarár.