Hvat nú, um ...

Philip Roth, The plot Against America,
Houghton Mifflin Co., 2004

Endamálið við øllum skaldskapi er at ímynda sær Hvat nú, um ..., segði amerikanski rithøvundurin Philip Roth í eini samrøðu herfyri.
Í síni nýggjastu skaldsøgu The Plot Against America ímyndar Roth sær, at heimsgitni flogskiparin og jødahatarin Charles A. Lindbergh vann amerikanska forsetavalið í 1940. Úrslitið av valinum fær ræðsluna at krúpa inn um dyrnar hjá familjuni hjá Roth og øllum øðrum jødum í USA. Stutt áðrenn valið hevði tann veruligi Lindbergh nevniliga alment ákært jødarnar fyri sjálvsøkið at kroysta USA út í eitt meiningsleyst kríggj. Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja forsetanum verður at fáa í lag eina semju við Hitler, hvørs jødahatur Lindbergh tóktist at góðtaka uttan trupulleikar.
Í eini óhugnaliga sannlíkari frásøgn lýsir Roth, hvussu tað kendist hjá sær og síni familju at liva í jødahatska skugganum av valskeiðinum hjá Lindbergh, har jødafamiljur høvdu alla ørsøk til at vænta tað ringasta.
Byrjararar kunnu gleða seg til, at høgt metta skaldið Philip Roth neyvan hevur verið meir atkomiligur enn í The Plot Against America, samstundis sum kennarar skíra bókina eitt meistaraverk  og halda tað vera tíð uppá, at Roth fær Nobel­virðislønina.
Bókin kemur út á donskum í næsta mánað.