Støvið hevur lagt seg í Gaza. Tungu roykskýggini eru horvin. Og oyradoyvandi brestirnir frá ógvusligu ísraelsku bumbuálopunum eru steðgað á hesum sinni. Tann tríggjar vikur langa ísraelska innrásin í tann lítla Gaza-geiran ímóti islamistiska felagsskapinum Hamas, sum byrjaði tann 27. desember, kostaði umleið 1300 palestinum lívið, og fleiri túsund onnur vórðu særd. Knøpp helvtin av teimum deyðu vóru sambært Altjóða Reyða Krossi sivil. Sjeyndi hvør bygningur í Gaza varð javnaður við jørðina, sum verður mett at kosta umleið tvær milliardir dollarar at byggja upp aftur. Og talið av flóttafólkum er fleirfaldað.
Sameindu Tjóðir, Altjóða Reyði Krossur og aðrir mannarættinda- og hjálparfelagsskapir hava harðliga fordømt ísraelsku innrásina, sum kostaði trettan ísraelum lívið. Myndir av deyðum og løstaðum børnum ferðaðust um allan heim og elvdu til mótmælisgongur úr Paris, London og Keypmannahavn til Kairo, Teheran og Damaskus. Á BBC og CNN hava prominentir løgfrøðingar skuldsett ísraelsku stjórnina fyri krígsbrotsverk og brot á Geneve-sáttmálan, sum ásetir leiðreglur fyri krígsførandi tjóðir. Høvuðsskuldsetingin er, at Ísrael ikki gjørdi nóg mikið fyri at spara sivila fólkið, og at Ísrael nýtti tær ólógligu fosfor-granatirnar undir innrásini.
Tingingar í Kairo
Hvat fekk Ísrael burturúr innrásini? Málið var at oyðileggja hernaðarliga kapasitetin hjá Hamas og steðga felagsskapinum at senda rakettir inn í Suðurísrael. Sambært ísraelsku hernaðarleiðsluni eydnaðist at oyðileggja umleið 70 prosent av vápnagoymslunum hjá Hamas og drepa millum 600 og 700 hermenn. Umframt hetta sigst Ísrael hava oyðilagt umleið 400 av teimum mongu undirjørðisku tunlunum, sum ganga úr Sinai-oyðimørkini í Egyptalandi og inn í Gaza, haðani Gazabúgvar fáa sínar vørur og Hamas fær síni vápn, fyrst og fremst frá Iran. Men eingin veit við vissu, hvussu stórur partur av hesum undirjørðiska infrakervinum er oyðilagt, og arbeiðið at byggja nýggjar tunlar fór beinanvegin í gongd eftir innrásina. Egyptaland hevur lovað at økja um eftirlitið við vápnasmugling inn í Gaza, og Bretland og Frakland eru tøk at veita eyka útgerð. Bæði Ísrael og Hamas hava lýst vápnahvíld, sum longu er brotin tvær ferðir við smærri samanstoytum. Tí fer einans tíðin at vísa, um tað eydnaðist Ísrael at røkka endamálinum við ógvusligu innrásini.
Hvat fekk Hamas burturúr? Fyrst og fremst økt altjóða trýst á Ísrael um at steðga blokaduni av vørum til og úr tí lítla Gaza-geiranum. Síðani Hamas tók valdið í Gaza í 2006 eftir ein valsigur og eitt blóðigt borgarakríggj við hin stóra palestinska flokkin, Fatah, hevur Ísrael blokerað fyri vørum og tænastum, eisini neyðsynjarvørum so sum heilivági, vatni, streymi og mati, fyri at leggja trýst á Hamas. Ísrael hevur bygt ein sonevndan trygdarmúr kring allan geiran, og hjálparfelagsskapir sammeta økið við heimsins størsta fongsul og finnast at ísraelska sanktiónspolitikkinum, sum svøltar gazabúgvar og hevur elvt til eina humanitera neyðstøðu.
Eftir at hava stuðlað ísraelska isolatiónspolitikkinum er vesturheimurin nú farin at spyrja, um hesin politikkurin ikki bert hevur gjørt ilt verri. Desperata vónloysið í Gaza tykist einans at hava styrkt um Hamas og mótstøðuna ímóti Ísrael. Á toppfundi í Kairo týsdagin í farnu viku fóru nýggjar diplomatiskar royndir í gongd við endamálinum at fáa í lag eina varandi vápnahvíld millum Ísrael og Hamas. Hetta var fyrsta arbeiðsuppgávan hjá nýggja amerikanska sendimanninum fyri Miðeystur, Dennis Mitchell, sum saman við ES-leiðarum, talsfólkum fyri ísraelsku stjórnina og ymsum palestinskum fraktiónum tingaðust um treytirnar fyri eini varandi vápnahvíld.
Palestinar krevja, at Ísrael letur upp mørkini inn í tann avbyrgda Gaza-geiran. Ísrael krevur, at vápnasmuglingin heldur uppat. Báðir partar krevja, at fangar verða leyslatnir úr fongslum fíggindans. Og altjóða samfelagið roynir at mýkja partarnar og arbeiðir samstundis fyri eini nýggjari palestinskari savningarstjórn millum rivaliserandi flokkarnar Hamas og Fatah.
Bibi ella Tzipi?
Samstundis verður val í Ísrael tann 10. februar, og sambært nýggjastu veljarakanningunum stendur andstøðuflokkurin Likud við formanninum Benyamin Netanyahu, eisini róptur Bibi, til at vinna sannførandi. Flokkurin liggur á høgravonginum og hevur gjørt tjóðartrygd Ísraels til sín kjarnuboðskap í valstríðnum. Netanyahu umboðar ein meiri harðrendan politikk yvirfyri palestinum. Hann hevur funnist hvassliga at stjórnini fyri at taka seg úr Gaza eftir “einans” trimum vikum. Hann vil steðga núverandi samráðingunum við palestinar. Hann noktar at taka seg aftur úr hersettu palestinsku økjunum. Hann ætlar ikki at steðga vøkstrinum av jødiskum búsetingum á Vestara áarbakka, sum altjóða samfelagið ferð eftir ferð fordømir Ísrael fyri. Og hann tvíheldur um, at høvuðsstaðurin Jerúsalem ikki skal býtast sundur, soleiðis sum palestinar hava kravt í seksti ár. Um Likud vinnur, er sannlíkt, at hann skipar stjórn saman við tveimum minni flokkum longri úti á høgravonginum við politiskum vindi í seglunum, tí religiøsa Shas-flokkinum og tí nationalistiska Yisrael Beiteinu.
Yvir fyri eini andstøðu á sigurskós stendur sentrum-vinstra stjórnin, sum hevði framgongd eftir innrásina í Gaza, men sum framvegis er væl aftanfyri í veljarakanningunum. Tann størsti stjórnarberandi flokkurin er miðflokkurin Kadima, sum breyt frá høgraflokkinum Likud og varð stovnaður í 2005 av táverandi forsætisráðharranum Ariel Sharon. Kadima gjørdist størsti flokkurin á seinasta vali og hevur forsætisráðharran Ehud Olmert, men hann er ikki longur floksformaður og leggur frá sær eftir valið orsakað av eini korruptiónsgølu. Tí skal uttanríkisráðharrin Tzipi Livni føra flokkin til sigurs, og megnar hon hetta, kann hon gerast fyrsti kvinnuligi ísraelski forsætisráðharrin síðani Golda Meir í sjeytiárunum.
Kadima stuðlar einum sjálvstøðugum palestinskum stati og vil halda fram við friðarsamráðingunum við palestinska sjálvstýrismyndugleikan á Vestara áarbakka. Men kompromisleysa støðan yvirfyri Hamas stendur við, og við innrásini í Gaza hevur uttanríkisráðharrin Tzipi Livni víst, at hon sanniliga eisini torir at vísa sínar hernaðarligu vøddar, eins og heykarnir í andstøðuni.
Tað merkisverda er, at gamli risin í ísraelskum politikki, Arbeiðaraflokkurin við verjumálaráðharranum Ehud Barak sum formanni, stendur til at fáa ein lúsing týsdagin. Flokkurin, sum meginpartin av tíðini síðani 1948 hevur stýrt Ísrael, hevur mist sína valdsstøðu, og samstundis er ísraelska friðarrørslan, sum var stór í nítiárunum og hevði parlamentariskt kjølfesti í Arbeiðaraflokkinum, vorðin heilt ósjónlig.
Tí er komandi valið í roynd og veru eitt val ímillum tveir flokkar, Likud og Kadima, sum – hóast ávísar munir – báðir umboða ein harðrendan politikk yvir fyri palestinum.
Samráðingar við Hamas?
Bæði Tony Blair, sum stendur á odda fyri tí sonevndu Miðeysturkvartettini (USA, ES, ST og Russland), og nýggi sendimaðurin hjá Obama, Dennis Mitchell, hava í vikuni sagt, at fremsta málið nú er at sameina palestinsku flokkarnar í eina savningarstjórn. Á valinum í 2005 fekk Hamas 56 prosent og Fatah 43 prosent av atkvøðunum. Ein savningarstjórn varð síðani skipað, men í 2006 endaðu flokkarnir í blóðigum stríði, og Hamas tveitti Fatah úr Gaza. Úrslitið var, at Hamas stýrir í Gaza, meðan tann moderati Fatah-flokkurin bert stýrir á Vestara áarbakka. Og tað var eftir hetta borgarakríggi, at Ísrael fór undir eirindaleysa isolatiónspolitikkin yvir fyri Hamas í Gaza.
Altjóða samfelagið tykist nú halda, at friðarsamráðingar við tann moderata palestinska forsetan Mahmoud Abbas eru høpisleysar, tá hann bert umboðar minni enn helvtina av palestinska fólkinum og einans hevur valdið á Vestara áarbakka. Abbas hevur heilt einfalt ikki myndugleikan til at implementera eina eventuella friðaravtalu við Ísrael. Tí tykist ótespiligi tímin at nærkast fyri Ísrael og altjóða samfelagið, tá Hamas sleppur at sessast við samráðingarborðið. Felagsskapurin, sum stendur á terrorlistanum hjá ES, og sum einans hevur havt dialog við egyptisku stjórnina, sum hevur meklað millum partarnar.
Samráðingar millum islamistarnar í Hamas og brutalu zionistarnar í Likud? Tað ljóðar sum ein vánalig joke. Og flestir altjóða eygleiðarar eru samdir um, at sonevnda friðartilgongdin er bumbað ártíggjur aftur í tíðina. Men tað vóru fólk eisini samd um í 1977, tá tann brutali og høgravíðgongdi Likud-leiðarin, Menachem Begin, gjørdist nýggjur forsætisráðharri. Tvey ár seinni hevði hann undirskrivað fyrstu friðaravtaluna millum Ísrael og eitt arabiskt land, Egyptaland...










