Var valið fiasko ella ikki? Sambandsflokkurin vann valið við flestu atkvøðum, men fall við býtinum av tingmonnum. Hetta hevur øst mangan veljara kring landið, og tað skilji eg væl.
Kristin Vestergaard hevur tann 5. februar grein á portalinum hjá Dimmalætting, í greinini er nógv gott at finna, men fari eg at gera nakrar viðmerkingar.
Tú leggur eftir skipanini av flokkinum og skrivstovuni, sum eg havi varað av síðan beint undan fólkatingavalinum 2001. Hvat skrivstovuni viðvíkur, er bygt upp eitt gott net og eitt gott samstarv millum valfeløgini, valevni og limir kring landið. Effektiviteturin og tænastustøðið er høgt. Valfeløgini seta størri krøv í dag, enn tey hava gjørt áður og eg trúgvi ikki tú finnur nakað valfelag, sum kann siga, at tey ikki hava fingið nøktandi tænastu higani. Tað sama er galdandi fyri limir og veljarar floksins, saman við øðrum, sum venda sær higar í einum hvørjum ørindi.
Um Kristin Vestergaard meinar nakað annað, fari eg at spyrja hann, hvar hann hevur hetta frá? Tí hann hevur ikki eina einastu ferð ringt, skrivað ella vitjað skrivstovuna. Hevði hann sett spurningar ella ynskir fram á skrivstovuni, hevði eisini hann fingið somu góðu tænastu, sum øll onnur. Skrivstovan er opin dagliga og hevur annars umstilling, so til ber at fá samband so at siga alt døgnið.
Hvat viðvíkur ávirkan á politik floksins, er vegurin at gerast limur í valfelagnum har man býr, møta til limafundirnar, royna at fáa ávirkan í nevndini, sum síðan fer á landsnevndarfundir og landsfundin fyri at gera sína ávirkan. Ein og hvør kann eisini møta á heystfundi og landsfundi, og koma við sjónarmiðum.
So míni boð til Kristin Vestergaard eru (um hann vil hava ávirkan) - tekna teg sum lim í flokkinum.










