Vanliga verður sagt, at trivnaðurin kann metast út frá, hvussu tey veikastu í samfelagnum hava tað. Í míni verð er hetta eitt gott barometur.
Nógv er gjørt seinastu 4 árini fyri at bøta um trivnaðin hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu. Resultatlistin er langur, og tað er ein fragd fyri meg sum borgara, at síggja, at tað hendir nógv jaligt í Kommununi.
Men vit eiga ikki at gloyma, at øll fólk skulu trívast í okkara kommunu. Og fyri mær merkir tað, at nú er tíðin komin at seta fokus á teir borgarar, ið ikki hava fingið gagn av teimum stóru íløgunum, íð eru gjørdar seinastu árini.
Var til dømis á veljarafundi í Kollafirði, har bleiv tosað um, at tey ungu rýma, tí tey onki grundstykki fáa, og ungdómurin situr í einum trappuholi og spælir kort o s.f.v.
So eru tað okkara eldru borgarar, ið als ikki hava nøktandi umstøður, tey ungu undir 18 ár, ið ikki hava nakað stað ella hølið at samlast í. Fyri tey ungu ið ætla at seta búgv er tað er alt, alt ov kostnaðarmikið og so er tað ógjørligt fyri einligar forsyrgjarar at búgva í Tórshavnar Kommunu.
Møguliga er nakað gjørt, men nógv er eftir.
Havi hug at leggja aftrat, at alt tað. sum vit. ið bjóða okkum fram ”lova”, hevur stórar avleiðingar og mangan stórar arbeiðsbyrðar fyri umsitingina og starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu. Eg veit, hvussu tit starvsfólk hava tað, ikki minst upp undir val. Eg veit eisini, at Tórshavnar kommuna hevur hópin av dugnaligum starvsfólki, ið stríðast hvønn einasta dag, fyri at nøkta tørvin hjá borgarunum í kommununi.
So í míni verð merkir trivnaður, trivnaður fyri allar borgararar , eisini starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu. Tingini hanga jú saman.