Hvat merkir kynsligur ágangur, babba?

Øll ungdómsdeildin hjá B36 fer komandi kappingarár at bera blusir við áskriftini: Vit eru ímóti kynsligum ágangi. Hetta fyri at bróta tøgnina og stuðla arbeiðnum hjá KRIS

Í dag skipaði Ungdómsdeildin hjá B36 fyri tíðindafundi í Miðlahúsinum um eitt nýtt átak ímóti kynsligum ágangi.

Fyri at varpa ljós á kynsligan ágang ímóti børnum, hevur ungdómsdeildin hjá B36 avgjørt, at seta eitt nýtt átak í verk, sum skal umfata øll liðini í ungdómsdeildini hjá B36. Átakið verður gjørt saman við felagsskapinum, KRIS.

Í ungdómsdeildini hjá B36 eru áleið 3-400 børn og ung. Og komandi leikár koma øll liðini at spæla í eins leikbúnum, uttan frámerki hjá nøkrum einstøkum sponsori, men við eini áheitan um at stuðla arbeiðnum ímóti kynsligum ágangi.

Umframt KRIS eru eisini sálarfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og løgregla knýtt at átakinum

Gudmundur Gudmundsson, formaður í ungdómsdeildini hjá B36 sigur, at móttøkan higartil bara hevur verið jalig.

- Hetta er ein so óhugnaligur trupulleiki, at vit mugu lyfta lokið og byrja at tosa um hetta, sigur hann.