Hvat merkir eitt ja, og hvat merkir eitt nei?

Hóast tey trý nú royna at billa okkum inn, at eitt nei merkir, at vit lima okkum inn í danska ríkið, so merkir eitt nei framvegis, at vit siga nei til teirra arbeiðsætlan fram til loysingina og als einki annað - og aftaná eitt rungandi nei kunnu vit fara undir eina nýggja sjálvstýristilgongd, sum byggir á sunna fornuft.

 

Jóannes Eidesgaard



Hóast tey trý nú royna at billa okkum inn, at eitt nei merkir, at vit lima okkum inn í danska ríkið, so merkir eitt nei framvegis, at vit siga nei til teirra arbeiðsætlan fram til loysingina og als einki annað - og aftaná eitt rungandi nei kunnu vit fara undir eina nýggja sjálvstýristilgongd, sum byggir á sunna fornuft.

Ikki tók tað meg av fótum, at varaløgmaður Høgni Hoydal setti hol á sína ræðukampanju í sambandi við fólkaatkvøðuna, tá hann eftir veljarakanningina segði, at eitt skulu føroyingar vita, og tað er, at atkvøður ein meiriluti nei, so merkir tað, at vit innlima okkum inn í tað danska ríkið, og vit frásiga okkum okkara sjálvavgerðarrætt. Vit missa okkara rættindi, og eru als ikki til sum eitt fólk.

Men tað, sum eg var stórliga bilsin yvir, var at hoyra, at bæði løgmaður Anfinn Kallsberg og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona høvdu tikið við læru frá varaløgmanni. Í kór søgdu tey nú øll trý, at eitt nei merkir eina innliman í danska ríkið við ongum sjálvsavgerðarrætti.

Alt hetta botnar sjálvandi í tí teori, sum fyrst og fremst Zakarias Wang hevur havt við Bergen-sáttmálanum og tí romantisku niðurstøðu, at nú skulu vit hava ein tjóðfund, og for Guds skyld ikki mugu atkvøða um nakað, sum kann gera okkum til lim í danska ríkinum. Hetta hóast vit hava samtykt Heimastýrislógina á Føroya Løgtingi í 1948, og hóast vit høvdu eina fólkaatkvøðu í 1953 um broytingar í donsku grundlógini.

Hetta var so teirra fyrsta ræðumynd, og vit kunnu uttan iva vænta okkum mangar slíkar. Men hesar ræða so ikki vanliga føroyingin.

Eisini er hetta ein ótrúlig niðurgering av føroyska veljaranum. Halda tey veruliga, at veljarin ikki er meira at sær komin, enn at hann letur seg ræða av slíkum?

Fyri hvørt mansbarn í Føroyum stendur tað sólarklárt, at vit eru partur av danska ríkinum. Tí kann tað tykjast ikki sørt ørkymlandi, at tríggir av fremstu politikkarum okkara halda tað øvugta. Ein kundi havt hug at spurt hesi trý, hvat so teirra trupulleiki var, um vit ikki eru partur av danska ríkinum. Hvat stríðast tit tá fyri?

Vit kundu vent øllum á og sagt, at um eitt nei merkir innliman í danska ríkið, so má eitt ja merkja ein útmelding úr danska ríkinum. Men hetta vil løgmaður als ikki góðtaka, tí sambært honum í somu samrøðu í útvarpinum, so er bert talan um eina tilgongd. Um eitt ja er so óskyldugt, hví er so eitt nei ikki eins óskyldugt, harra løgmaður?

Fólkaatkvøðan snýr seg um eina arbeiðsætlan, sum teir ongantíð sjálvir náddu at koma í gongd við, men sum teir nú vilja áleggja komandi samgongum at útinna. Fólk skulu siga ja ella nei til teirra uppskot. Verður ein meiriluti fyri ja, so er bara at fara til verka fram til loysingina, men verður svarið eitt nei, sum tíbetur nógv bendur á, so verður støðan júst sum hon er nú, og vit kunnu tá velja eina nýggja leið í sjálvstýrismálinum.

At billa okkum inn, at um tað verður eitt nei, so verður støðan munandi broytt í mun til tað, hon er í dag, er tað reina vrøvl, sum vit als ikki skulu taka okkum tyknir av. Vit verða hvørki fastari ella leysari partur av danska ríkinum av teirri grund. Eitt nei merkir politiskt, at samgongan verður sligin á nevið, og juridiskt merkir eitt nei status quo, t.v.s. alt verður, sum tað er.

Í samband við uppskotið frá Sambandsflokkinum um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu bað uttanlandsnevndin um eitt notat frá formanninum og skrivaranum í grundlógarnevndnini um fólkaatkvøður. Har siga teir báðir, at ein fólkaatkvøða bert kann fremjast sum ein ja/nei atkvøða. Ikki sum ein alternativ atkvøða at taka dagar ímillum tvey ymisk uppskot. So spurningurin í mei verður, um fólk venda tummulin upp ella niður til uppskot landsstýrisins og einki annað.

Ongan ræða tit við at siga, at eitt nei merkir, at vit gerast limir í danska ríkinum, tí fyri føroyingar flest er hetta ein partur av okkara veruleika, sum er.