Hvat megnar VB

Stóri dysturin um vikuskiftið verður í Klaksvík, har tey bæði fremstu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti hittast

Hondbóltur

 

Meðan bæði Neistin og Tjaldur hava uppgávur, sum á pappírinum eru yvirkomuligar, tá tey spæla móti ávíkavist Kyndli og StÍF, so tykist spenningurin vera nakað væl størri í Klaksvík.

Gamaní vann Stjørnan trygt, tá tær vitjaðu í Vági í fyrsta dystinum millum liðini. Men í nógvar aðrar mátar hevur VB víst seg sum ein sera seriøsan avbjóðara til FM-trúnuna hjá Stjørnuni. Bæði tí liðið í ár tykist hava eina betri samanseting og eina størri breidd, enn tær hava havt seinnu árini. Og eisini tí tær við sigrum á Neistanum og Tjaldri hava víst, at tær avgjørt ikki vilja lata sær lynda leiklutin sum triðja ella kanska fjórða violin hetta kappingarárið.

Stjørnan hevur hinvegin heldur ikki sýnt nøkur tekin um, at tær ætla sær av hondbóltstrúnuni, sum tær nú verja triðja árið á rað. Fram um øll onnur í landinum, so hava klaksvíkarkvinnurnar sett standardin í føroyskum kvinnuhondbólti hesi árini, og so er spurningurin, um tær enn einaferð seta ein avbjóðara til viks, ella um VB megnar at økja um spenningin fyri kappingina, tó at hendan enn er ung.