Hvat mál tosa vit í Føroyum í 2050

Anfinnur í Skála, Kári Davidsen og Randi Meitil kjakast um, hvønn veg føroyska málið fer. Óli Breckmann bjóðar til kjak á Rás2 klokkan 16

Føroyska málið er á breddanum, nú Óli Breckmann aftur bjóðar til kjak á Rás2.

 

 

Frá Hunda- og Seyðabrævi í Miðøld til henda dag hevur føroyskt mál ment seg.Mangt er broytt málsliga í so langa tíð, men sum heild hevur fólkaviljin verið til at víðka, styrkja og nútímansgera okkara móðurmál, serliga tær báðar seinnu øldirnar.

 

Ímóti øllum døprum spádómum um málsligan undirgang og fáfongd frá Jens Chr. Svabo fyri ár 1800 og Pløyen amtmanni í 1840-árunum hava føroyingar treiskt og trúliga á so ymsan hátt gjørt manngarð um føroyskt talu og  skriftmál.

 

Neyvan nakrantíð hava so nógvir føroyingar dugað at skriva føroyskt sum nú. Annað skuldi verið løgið, tí ongantíð hevur skúlaskapur, útbúgving, gransking, fróðskapur, onnur frálæra og tað, vit undir einum kalla mentan fingið meiri pening játtaðan frá almennari síðu. Heldur ikki hevur vinnan og føroyski brúkarin og marknaðurin keypt, lýst í og á annan hátt stuðlað teimum føroysku miðlunum, bløðunum og bókunum, sum koma út.

 

Men farnu 10 árini hevur floymurin av fremmandari málsligari og mentunarligari ávirkan inn og niður yvir okkum sum Føroya fólk við egnum móðurmáli verið meiri stríður og harður enn nakrantíð fyrr.

 

Síðan teir “sosialu” miðlarnir hava gjørt tað møguligt hjá øllum føroyingum at samskifta elektroniskt á øllum stigum, ivast mong í, um føroyska málinum, sum vit hava kent og dyrkað tað, er lív lagað í longdini.

 

Beinagrindin, skrokkurin ella stórviðurin í føroyskum tali- og skriftmáli er við at ganga sundur á ymsan hátt, hugsa fleiri og fleiri av teimum fólkum, sum higartil hava verið bjartskygd um framtíðina hjá okkara móðurmáli.

 

Málsligar grundreglur, bendingar, mállæra, setningsbygnaður, kanska serliga vendingar og málliskur o.t. fara av lagi, um føroyskt talu- og enntá skriftmál bert verður brúkt av fjøldini til at skilja hvønn annan.

 

Við kjakborðið hjá Óla Breskmann sita Anfinnur í Skála, søgu- og málfrøðingur, Kári Davidsen og Randi Meitil, bæði málfrøðingar og undirvísarar í føroyskum. Øll trý hava fingist við orðabøkur.

 

Lurta á Rás2 frá klokkan 16 til 17.