Hvat kostar loysingin?

   

Kai Vágfjall
??????????

Ein, Helgi Abrahamsen, hevur í bløðunum síðstu tíðina sett einum ungum manni úr Leirvík, Knút Eysturstein, fyrispurning hvat loysingin kostar. Ikki er sørt at hann hevur hug at gera gjøldur burtur úr hesum unga manni, sum eg als ikki kenni, men sum á skriving síni virkar skilagóður. Hann, ið spottar annan, spottast sjálvur, sigur orðataki.
Eitt annað orðatak sigur, at "ein býttlingur kann spyrja, meira enn ein vísur kann at svara". At seta slíkan spurning, er púra burturvið. Júst nú hevur landsstýrissamgongan lagt eina fíggjarlóg fram. Útrokningar siga, at hon fer at geva kr. 277.000.000 í halli. Hetta er sjálvandi bara ein meting. Eingin kann siga hvat úrslitið verður við árslok. Hon kann jú geva størri hall enn roknað hevur verið við, men kann eisini geva væl minni hall, enn roknað varð við. Tíðirnar broyt-ast alla tíðina, bæði til tað betra og til tað verra. Tað sama verður við eini fíggjarætlan, aftaná loysingina.
Í løtuni er blokkurin umleið 600.000,- kr., harav ein partur er rindan fyri donsk áhugamál her á landi. Landsstýrið rindar góðar 300.000.- kr. í rentum og avdrøgum um ári. Tá undanfarna samgonga ráddi fyri borgum, og tjóðveldisflokkurin umsat fíggjarmál, vóru lániavdrøgini goldin niður við risaferð. So tá skuldin einaferð er goldin, er ikki langt eftir á mál. Men útlitini eru ikki bjørt, nú sambands-landsstýrið hevur tikið vil, og hevur kunngjørt at teir ætla sær at ræna peningin, sum undanfarna samgonga hevur spart upp í Landsbankanum. Hetta var júst tað sum tjóðveldisflokkurin spáddi í valstríðnum. Teir eru væl stuðlaðir av fólkaflokkinum, sum alla tíðina hevur staði klárir við eini slangu aftur í landskassan, sum teir vóru við at tøma í 80-unum. Ein armóð rættir aðrari hondina.
Skrivingin hjá hesum erka sambandsmanni, er, sum ikki einaferð, ein niðurgering av føroyingum, sum einki nytta, einki duga o.s.fr. Tær milliardir, sum føroyski skattaborgarin leggur í landskassan vigar einki í teirra eygum, ímóti teimum 600.000,- kr., sum danir rinda í blokki.
Tosað verður um, at vit missa vælferðina, um vit ikki fáa danskar pengar. Mær rennur orðini hjá Ebba Rasmussen í Hesti, tá hann helt røðu á fólkafundi úti í Koltri fyri umleið tveimum árum síðani. Hann tók nakað soleiðis til: "Tosa verður um vælferðina. Hvat er vælferð okkara?? Hon er her úti í sundinum, í bjørgunum, í bø og haga og í havinum rundan um land okkara" Hatta var orð fyri ein rættan mann, sum alt sítt lív hevur arbeitt og bara havt hendurnar á at líta, og sum hevur sett álit sítt á Gud, í staðin fyri á útlendskar pengar.
Eg havi sæð í bløðunum sambandsmenn skriva um sambandshugsjónina. Eg veit ikki hvat tað er fyri nakað. Kann ikki bara mær, men má flenna, tí hvat er tað fyri ein hugsjón, at man vil hava eina fremmanda makt at hava ræði her á landi. Hetta er helst eitt serføroyskt fyribrigdi, tí hetta fyribrigdi finnist ikki í nøkrum øðrum landi í heiminum. Nei, vont man vera á annan at líta.