Hvat kom í staðin?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býráðslimur í Klaksvík
----

Serkunnleikin varpar oftani ljós á, at tað ger onki og at tað er í lagi, at talið av arbeiðsplássum í fiskivinnuni minkar. Og hetta er helst eisini rætt. Vit klaksvíkingar hava fyri langari tíð síðani merkt hetta á okkara egna kroppi. Her vóru vit enn einaferð uppi í teimum allarfyrstu sum merktu hetta, og var hetta langt áðrenn serkunnleikin kom til hesa niðurstøðu.
Hetta hendi alt ímóti okkara vilja, men tíðir broytast og ein skal royna at laga seg sum frægast til framtíðina. So er spurningurin, hvat fingu vit ístaðin fyri hesi mistu arbeiðsplássini, og hvat hevur framtíðin at bjóða okkum.
Bara fyri at fara nøkur ár aftur, so kunnu vit spyrja okkum, hvar eru arbeiðsplássini farin, sum vóru umborð á skipum sum Hans Erik, Sigurfarið, Borðoyarnes, Nónhamar, Stella Karina, Stella Kristina, Karina, Palli hjá Marianna, Klettur, Julius á Bakka, Norðingur, Borgarin, Horizont fyri bara at nevna nakrar úr rúgvuni.
Fyri tað fyrsta vóru nógv arbeiðspláss umborð á hesum skipum og haraftrat góvu hesi skip sera nógv avleitt virksemi á landi.
Tað var privat fyritaksemi, sum megnaði at fáa samfelagið at koyra so væl her norðuri. Hetta hevur gjørt sítt til, at tørvir eru skapaðir. Her hugsi eg serliga um sjómansskúla, vinnuháskúla, fiskuvinnuskúla, havrannsóknarskip, fiskiveiðueftirlitið, vaktar og -bjargingartænastuna, heilsufrøðisligu starvsstovuna, og ikki at gloyma fiskimálaráðið.
Tað er heilt einastandandi, at vit føroyingar hava megnað at stovnsett allar hesar skúlar og stovnar. Men hvar eru so hesir skúlar og stovnar heilt erligt???
Tað løgnasta av øllum er tó, at okkara landspolitikarar í øllum hesum ikki vakna og rópa varskó og síggja veruleikan í eyguni. Duga teir veruliga ikki at síggja, at nógv av hesum almennu arbeiðsplássunum nátúrliga hoyra heima í Klaksvík?
Eg spyrji einaferð enn, hvat ætla landsins myndugleikar við hesum landi? hvat ætla tit við býum og bygdum úti um landið? Tað er tykkara ábyrgd at melda út, soleiðis, at fólkið úti um landið fær eina erliga og klára útmelding frá tykkum sum skjótast.
Um ein er heilt erligur, so er tað serdeilis løgið, at vit innan fyri tær maritimu útbúgvingarnar bert hava ein lítlan sjómansskúla í Klaksvík. Her er ikki møguligt at taka skipsføraraprógv. Sjálvt henda lítla skúlan verður nú roynt at flyta til Havnar.
Fyri okkum í norðurøkinum føli eg tað sera undarligt, at vit skulu vera so hart rakt hvørja einastu ferð niðurtúrur er fyri fiskivinnuna. Aðrastaðni merkja tey hvørki eitt ella annað til niðurtúrarnar.
Nú skal ongin misskilja meg. Boðskapurin er, at tað er gott, at fólkið í høvuðsstaðnum stórt sæð onki merkir til niðurtúrar í fiskuvinnuni, og her skulu vit fegnast við teimum.
Men boðskapurin er, hví tað ikki er meira javnt fordeilt, meir javnt millum føroyingar Føroyar. Vit eiga eisini hesi almennu arbeiðsplássini, tí vit hava verið við til at skapa tey. Tað kann ikki vera rætt og rímiligt, at vit her norðuri skulu gjalda ein slíkan stóran prís fyri at arbeiða í primervinnuni.
Enn eigur býurin gott og slóðbrótandi fólk, sum ikki eru bangin fyri at arbeiða og ganga nýggjar leiðir. Vit skylda teimum stóra tøkk og bestu umstøður at virka undir.
At íbúgvaratalið í Klaksvík er minkað so lítið, sum tað hevur víst seg tey seinnu árini, er ikki annað enn eitt stórt undur. Við teim stóru broytingum og mistu arbeiðsplássum í okkaru høvuðsvinnu seinnu árini, vildi fólkatalið í flest øðrum býum nátúrliga havt eina alstóra minking.
Vit her í Klaksvík hava sum omanfyrinevnt mist hundraðtals av arbeiðsplássum í fiskivinnuni. Sannleikin er at hesi arbeiðspláss í primervinnuni eru mist úr býnum, samstundis sum almenn arbeiðspláss eru sett á stovn í høvuðsstaðnum. Hugaligt hevði verið, um serkunnleikin nú traðkaði til og segði um hetta var í lagi.