Hvat kanst tú

Tú hevur loyvi at lurta eftir tónleiki á internetinum, so leingi tú ikki tekur nakað niður á telduna hjá tær.

Tað er bert loyvt at leggja tónleik á eina heimasíðu, um loyvi frammanundan er fingið til tað frá tí, sum eigur rættindini til tónleikin.


Sjálvt um talan bara er um brot av onkrum sangi, skal eigarin av tónleikinum geva loyvi til, at tað verður lagt á internetið.


Tað er ikki loyvt, at hava leinkjur til aðrar heimasíður, har ólógligur tónleikur finst. Við at vísa á heimasíður við ólóligum tónleiki er heimasíðan við til ólógligheitir.