Einki undantak í so máta er orðaskiftið undan fólkatingsvalinum sum skal vera týsdagin 20. november. Tey sum hava lurtað eftir framløgusendingunum seinastu dagarnar hava enn einaferð hoyrt sama lagi - samstundis sum roynt verður at billa fólki inn, at bert sjálvstýrisflokkarnir eru borgan fyri verju av okkara tjóðskapareyðkennum - herundir okkara máli og okkara serligu mentan.
Eg ivist onga løtu í, at føroya fólk er vitandi um hvør í veruleikanum hevur víst størri fosturlandskærkeika - sjálvstýrisflokkarnir ella sambandsflokkurin.
Eitt av matastu skøldum okkara, Fríðrikur Petersen, sáli- stovnarin av sambandsflokkinum, eigur nakrar av teim bestu fosturlandssangunum sum finnast í sangbók Føroya Fólks - og sum føroyingar hava tikið til sín sum sera virðismikla ogn. Ein av hesum sangum er nevniliga " Hvat kann røra hjartastreingir " - nr. 51 í sangbók Føroya Fólks - og vil eg inniliga heita á allar føroyingar um at læra seg hendan sang - einn sonn perla í føroyskum skaldskapi.
Yrkjarin - sum nevnt omanfyri var stovnarin av sambandsflokkinuum - vísir hvussu stóra virðing hann hevur havt fyri øllum tí sum føroyskt er - jú sanniliga er talan um stóran mentamann sum bygdi alt sítt á serføroyska grund - bæði handaliga og í aðrar mátar.
Hendan føroyska siðaarv hevur sambandsflokkurin tikið við sær á vegnum, og er hann eins livandi í dag eins og hann var á døgum Fríðrik Petersens. Sambandsflokkurin metir hesi virði nógv størri og virðismikilari enn at vera nýtt soleiðis sum sjálvstýrisflokkarnir gera - nevniliga til at fiska atkvøður við.
Sambandsflokkurin fer enn sum áður at verja um okkara mál og mentan - ongin føroyingur skal vera í iva um tað. Gott val.