Hvat hugsar FSF fyri sær ?

Í Sosialinum fríggjadagin 12. oktober stendur grein undir yvirskriftini Grønland sleppur ikki upp í UEFA.

 

Jóhannes Andreasen



Í Sosialinum fríggjadagin 12. oktober stendur grein undir yvirskriftini Grønland sleppur ikki upp í UEFA. Greinin er so mikið skelkandi lesnaður, at eg kenni meg noyddan at skriva hesar reglur.

Hví eru føroyingar - eisini undirritaði - stoltir av, at landslið okkara megnaði at fáa heili sjey stig í undankappingini,

sum júst er liðug ? Man tað ikki vera tí, at fótbóltur hevur stórt symbolvirði ?

Og hvør man vera størsta einstaka orsøkin til, at føroyskur fótbóltur hevur ment seg so ómetaliga nógv tey seinastu 10-15 árini ? Man orsøkin ikki vera tann, at Føroyar hava verið limur í UEFA hesi árini, og at vit sum limaland hava kunna tikið beinleiðis lut í teimum stóru undankappingunum til EM og HM ?

Á eykaaðalfundi í Prag í síðstu viku samtyktu limalondini í UEFA eftir uppskoti frá aðalnevndini í UEFA at broyta treytirnar fyri innliman í evropeiska fótbóltssambandið. Í framtíðini verður tað soleiðis, at bert lond, sum eru limir í ST, koma upp á tal sum nýggir limir í UEFA. Tað kennist ikki sørt rangvørgt, at bæði formaðurin og aðalskrivarin í FSF siga seg hava tikið undir við hesum broytingum á eykaaðalfundinum í UEFA. Eftir at nýggju reglurnar eru samtyktar, lúka Føroyar ikki so frægt sum tær prinsipiellu treytirnar fyri limaskapi.

Tíbetur hava Føroyar longu í nógv ár verið UEFA-limaland. Men hetta er altso tann einasta grundin til, at vit yvirhøvur sleppa at halda fram sum limur í UEFA.

Grønlendingar hava sambært somu blaðgrein virkað fyri at vinna sær limaskap í UEFA og harvið fáa beinleiðis atgongd tær stóru millumtjóða undankappingarnar. Hví í Harrans garði taka føroysku umboðini í UEFA undir við, at UEFA reglurnar verða broyttar soleiðis at Grønland nú er útihýst frá at mennast sum fótbóltstjóð á samsvarandi hátt sum Føroyar.

Fótbóltur hevur stórt symbolvirði. Tað líkist tí mest av øllum eini beistagerð, sum føroyingar í hesum føri hava gjørt mótvegis grønlendingum.


Solidariteturin er sleptur upp á fjall.

Føroyingar vilja eftir øllum at døma tekkjast teimum valdmiklu og stóru í Evropa heldur enn at stuðla samborgarum okkara í kaldasta parti av ríkinum í arbeiði teirra fyri at sleppa inn í hitan.

Við vón um framhaldandi menning fyri fótbóltin (men ikki bara í Føroyum).