Havi nu fylgt hampuliga væl við, hvat hendir á politiska vígvøllinum og hvat verður gjørt fyri at menna ymisku økini kring landið vinnuliga frá politiskari síðu ? tað er jú so, at politikarin skal gera karmar, sum arbeiðast skal undir, og síðan skal vinnan royna at fáa sum frægast burturúr.
Tað sær út fyri mær, sum um alt, ið eitur uppafturbygging av útjaðaranum aftan á kreppuna, er farið í gloymibókina og verður bert tikið fram aftur av hillunum sum valagn ? eg vóni, at øll fólk í útjaðaranum minnast til hetta til næsta val, tí tit fáa als onki frá hesum monnum, sum umboða tykkum, uttan tómt tos og tóm lyftir.
Fyri at koma til sjálva sakina, ið liggur mær á hjarta:
BIP ? point (Board Inspection Point) ? hvat er hetta fyri nakað???
Henda spurning spyrja nokk fleiri av okkum, sum eru í vinnuni, um, hvat skal hetta BIP-punkt vera gott fyri???
Jú, jú, fínt skal tað vera, nú hava vit enn einaferð latið páduttað okkum 16 nýggj ES-direktiv, sum eftir ætlan skulu gera okkara støðu betri handilsliga ? í ES-samanhangi. Harímillum skal setast á stovn eitt Board Inspection Point, og sjálvandi skal hetta BIP-punkt (stytt) verða í Havn ? hvar annars? Tí her sita allir bureaukratarnir og teknokratarnir, og tað er lættast fyri teir, um hetta »checkpoint« er í Havn ? og okkara politikarar, sum umboða m.a. útjaðaran, ja, teir vakna slettis ikki.
T.d. teir stakkals russararnir (triðja lond), sum ikki hava ráð í løtuni at fáa síni skip ES-løggildað, nú skulu teir heldur ikki fáa loyvi til at uppskipa fisk á goymslu í Føroyum ella til virkingar í Føroyum, uttan skip teirra eru ES-góðkend, ? og hetta sjálvt um vøran, sum verður uppskipað evt. í transit ella framleidd í Føroyum, kanska ikki skal til ES-marknaðin.
Tað sama ger seg t.d. galdandi við kongafiski úr Irmingarhavinum, sum í dag verður lagdur í transit her. Hann fer vanliga til Fjareystur.
Makrelur, sild og svartkjaftur, sum verður umskipaður ella lagdur upp her í transit ? hesin fer heldur ikki til ES-marknaðin.
3. lands rækjurnar, sum vanliga verða framleiddar á rækjuvirkinum á Oyri, fara ivaleyst eisini til onnur lond enn ES-lond, tí ES tollar 3. lands rækjur við 20%.
Eg spyrji bara: ? Hvar er logikkurin, ganga tit allir við høvdinum undir arminum ella??? Hví var vinnan als ikki eftirspurd, áðrenn tit føra slíkar reglugerðir út í lívið???
Eg kundi hugsað mær, at hetta kemur at raka okkara samráðingarnevnd sum ein boomerang til næstu fiskarísamráðingar við russar, tí teir saman við okkum, sum hava goymslur og handla nógv við russar, eru teir sum verða hart raktir.
Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna, at tann persónur, sum er aðalstjóri fyri øll BIP punkt í ES, er ongin annar enn Tom Goldman, sum í síni tíð nærum var við at avhøvda Rækjuvirkið og Fiskasøluna í smb. við 3. lands rækjur og skapti Føroyum stórar trupulleikar í ES í samband við upprunakrøv etc., ? so væntið ikki, at hann fer at verða okkara besti vinur í ES-høpi.
Triðja lands vøra sum t.d. vanliga skal leggjast upp ella umskipast í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík ella Vági, har størstu frystigoymslur í landinum liggja í dag, hendan vøra skal nú sambært viðtiknu ES-direktivunum, via Board Inspection Point í Tórshavn, t.v.s. lossast í Tórshavn!!! ella Kollafirði, sum nú eisini hoyrir undir Havnina kommunalt. Grundgevingin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu er, at hetta er tí tað er nemmast??? ? nemmast fyri hvønn, spyrji eg??? Tað má vera fyri tykkum, tí so sleppa tit frá at ferðast til tey ymsu støðini, har fiskurin/vøran skal leggjast upp ella umskipast. Um tað er besta grundgevingin fyri hesum, so sigi eg bara: takk skalt tú hava, slíkt møsn og býtt uttanumtos skal leitast leingi eftir.
Slíkum grundgevingum, sum oman fyri nevnt og teirra samtykt, sum løgtingið hevur tikið undir við í tí skapi, sum hevur verið nevnt í fjølmiðlunum, ? hetta kunnu vit, sum hava plaserað okkara virkir í útjaðaranum, als ikki liva við, tí tit koma at týna okkum, um tit gjøgnumføra hetta. Og hvat gera politikararnir? Tiga ? her er fullkomin tøgn. ? Ein kann væl tilláta sær at spyrja hví tiga tit??? Og so tosa tit um at gera Føroyar til tilfeingismiðdepil í Norðuratlantshavi ? Vorherre bevares.
Tað hevði ikki verið annað enn rímuligt, at hetta ES-(BIP) krav einans var galdandi fyri vøru, sum skuldi framleiðast her í landinum og sum skal inn til ES???
Hvat rakar tað ES, hvør vøra skal til onnur lond enn til teir.
Í Danmark og Onglandi hevur ES gjørt undantøk, soleiðis at um vøra skal framleiðast frá skipi, sum ikki er ES-góðkent, so er treytin tann, at góðskuleiðarin á framleiðandi virki skal siga gott fyri, at vøran, sum er komin frá hesum skipum, er í lagi, og so eru dyrnar opnar, eisini inn í ES.
Hví kann hetta ikki eisini vera galdandi fyri tey føroysku virkini, sum liva av russarafiski í teirra framleiðslu??? Er tað frægari at lata fiskin fara til Kina at framleiða og síðani koma inn í ES gjøgnum bakdyrnar??? Tað er nevniliga tað, sum fer at henda, og norðmenn hava gjørt var við hetta í grein í Fiskaren fyri stuttum.
Noreg og Ísland ætla sær, sum eg skilji ikki at eftirlíka at arbeiða eftir hesum hørðum BIP krøvum.
Eg kann ikki hugsa mær, at Fiskavirking hevur ráð at lata Bacalao aftur og senda 150 fólk til hús pr. 01.02.2001. Hvat siga ánararnir og fakfeløg til hetta, og hvat við NORFRA og NORÐURFISK o.ø.???
Skulu 1-3 starvsfólk innan tað almenna sigast úr starvi er ramaskríggj at hoyra, men hvør hugsar um tey tímaløntu úti í fríu vinnuni??? Í míni verð eru tey líka nógv verd sum tey alment fastløntu, men tað verður lítið tosað, tá hesi fáa uppsøgnina í hondina.
Eg haldi, tað er uppá tíðina, at vinnan slær nevan í borðið og markerar seg yvir fyri hesum monnum, sum als ikki tóku vinnuna upp á ráð ella spurdu um avleiðingarnar av teirra handlingum.
Tit, sum hava politiskt vald og kunnu broyta/rætta tiknar avgerðir, vaknið, tí tit eru tiknir á bóli.
Vágur 06.06.2000
Johan Dahll brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)
Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát
Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.
Tórbjørn Jacobsen









