Hvat hevur tú lisið ella lært til?

Vit spyrja nøkur kend og ymisk fólk úr almenna rúminum, hvussu tey hava brúkt sína útbúgving, og hvat tey høvdu valt, um tey skuldu valt útbúgving í dag.

Ben Arabo

 

Handils- og vinnulívsmaður

 

 

 

Hvat hevur tú lisið ella lært til?

 

Eg eri útbúgvin Cand. Merc í uttanríkishandli.

 

Hvussu minnist tú tína lestrartíð?

 

Tað var ein góð tíð, sum gekk sera skjótt. Man mentist nógv í allar mátar og fekk vinfólk fyri lívið.

 

Hvussu hevur tú brúkt tína útbúgving?

 

Man brúkar eitt sindur, men langt frá alt. Eg haldi, at tað týdningarmesta, heldur um detailvitan um ávís fak, er, at man á útbúgvingini lærir at hugsa systematiskt, og tað kemur væl við seinni.

 

Um tú hevði skulað valt útbúgving í dag, hvat hevði tú so valt?

 

Mær dámar væl at fáast við vinnu, so tað hevði ikki verið nógv øðrvísi, um eg valdi í dag. Tó hevði eg ivaleyst valt at lisið í Bretlandi heldur enn í Danmark.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024