Ólavur Ellefsen, Íverksetari:
Hvat hevur tú lisið ella lært til?
Eg eri master í virkisbúskapi og teldufrøði (MSc Business Administation & Computer Science) frá Copenhagen Business School (CBS).
Hvussu minnist tú tína lestrartíð?
Eg havi sera nógv góð minni bæði frá sjálvum lesnaðinum, studentapolitiska arbeiðinum og sosiala lívinum í Keypmannahavn. Tað var ein serlig tíð.
Hvussu hevur tú brúkt tína útbúgving?
Eftir loknan lesnað havi eg mest fingist við at stovna og reka startup-fyritøkur – serliga innan kunningartøkni – og eg dugi illa at ímynda mær eina betri útbúgvingarbakgrund til hetta enn júst virkisbúskap og teldufrøði.
Um tú hevði skulað valt í dag, hvat hevði tú so valt?
Í dag hevði eg nokk valt at byrja við KT-verkfrøði ella búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum og brúkt tað sum lopfjøl at farið langt út í heim, helst til USA ella Fjareystur, áðrenn eg kom heimaftur. Eg hevði nokk eisini roynt at drýggjað lesnaðin, t.d. við at taka ein steðg millum bachelor og master. Vónandi hevði tað eydnast at funnið onkra spennandi startup-fyritøku at arbeitt hjá og lært frá meðan eg las og fyrstu árini eftir, at eg var liðugur at lesa.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024