Hvat hevur løgreglan funnið?

Norska løgreglan vil ikki siga, hvat tey hava funnið í vatninum við húsini hjá Anne-Elisabeth Hagen, har tey herfyri leitaðu í tríggjar dagar.

Í dag eru júst tríggir mánaðir, síðan norska ríkmanskonan, 68 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen, gav sítt seinasta lívstekin. Hetta var ein telefonsamrøða, hon hevði við ein í familjuni klokkan 09.14 mikumorgunin hin 31. oktober í fjør. Hvat tað var, sum hendi eftir hetta, er ein gáta hjá familjuni og norsku løgregluni, sum í samfullar tríggjar mánaðir hevur roynt at loyst gátuna.

 

Tá maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, kom heim úr arbeiði nakað eftir middag henda feigdardag, var konan burtur. Í heiminum lá eitt bræv við kravi um loysigjald, og í brævinum var eisini ein hóttan um, at tað fór at kosta konuni lívið, um tey fóru til løgregluna og miðlarnar við málinum.

 

Í einum tíðindaskrivi í dag sigur norska løgreglan, at leitingin, sum hevur høvuðssøð á løgreglustøðini í Lillestrø, framvegis gongur við fullari ferð í royndini at fáa svar og loysa málið. Men, løgreglan heldur samstundis kortini tætt at kroppinum og vil framvegis lítið og einki siga.

 

Fram til í gjár hevði løgreglan fingið tilsamans 1380 ymiskar fráboðanir frá fólki, men higartil hevur løgreglan ikki vilja sagt nakað um hesar fráboðanir undantikið tað, at fráboðaninar snúgva seg um møgulig støð, har kvinnan kann vera goymd, illgrunasamar persónar og bilar.

 

- Við atliti til kanningararbeiðið kunnu vit ikki siga meira um tað, sum fráboðaninar snúgva seg um, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum í morgun.

 

Í tríggjar dagar herfyri gjørdi løgreglan umfatandi kanningar í einum sjógvi, tey rópa Langvannet, sum liggur heilt uppat húsunum hjá Hagen-hjúnunum.

 

Løgreglan hevur tó váttað yvirfyri norsku heimasíðuni - www.vg.no - at tey hava funnið ymiskt í sjónum, sum gongur heilt upp til heimið hjá hjúnunum, men tey vilja einki siga um, hvat tað er, sum tey hava funnið.

 

Dagin eftir, at málið gjørdist kent fyri almenninginum, legði løgreglan út eina upptøku úr vakmyndatólinum við arbeiðsplássið hjá miljarderinum, Tom Hagen, sum er maður Anne-Elisabeth Hagen. Sama morgun, sum ríkmanskonan hvarv, sóust nevniliga tveir menn á vakmyndaupptøkuni, sum løgreglan síðan hevur eftirlýst.

 

- Men, hesir báðir persónarnir eru framvegis ikki eyðmerktir, sigur løgreglan.

 

Norska heimasíðan – www.vg.no – hevur fleiri ferðir spurt løgregluna, hvussu tað man bera til, at hesir persónar ikki hava latið við seg koma, eftir at so nógv skriving hevur verið í miðlunum um málið, men heldur ikki her hevur løgreglan nakrar viðmerkingar.