Hvat hevur Føroya fólk gjørt galið?

Kai Vágfjall
kv@olivant.fo
----

Hendan sokallaða samgongan, ella rættari sagt »paroudi« av eini samgongu, sum nú situr fyri aðru ferð við valdið, hevur snøgt sagt ongantíð virkað av sonnum!

Nú grulva teir:
Longu frá byrjan av, varð gongulagið sera vánaligt. Hon sløraði alla tíðina, sum ein fullur maður, og tað síðsta, sum nú fer fram vísir, at samgongan nú er farin at grulva, og roynir at toga seg við neyð og deyð so langt framá, sum tað letur seg gera, við tí eina endamálið, at varðveita maktina.
Flokkarnir eru alt ov ymiskir, samstundis sum floksagin ikki finnist í nøkrum av teimum. Størsti munurin er á Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin hevur roynt at ríða á tveimum hestum, við tí úrsliti, at Fólkaflokkurin er tann, sum verðuliga hevur havt so at siga alt valdið.

Flokkurin, sum datt á gólvið:
Tá vit hyggja eftir t.d. heilsu- og sosialpolitikkinum, hevur her reinur fólkaflokspolitikkur verið førdur. Syndarliga úrslitið kenna vit øll ídag, sum er fari fram við Javnaðarfloksins vælsignilsi, meðan óteljandi mannalagnur liggja í sori. Tí er Javnaðarflokkurin mest at líkna við ein flokk, sum er dottin á gólvið, og liggur lendabrotin har, og sum verður tungur at lyfta aftur, um nakar verður førur fyri tí. Trivið kundi verið í so mangt annað, t.d. fiskivinnupolitikkin, sum hevur verið førdur, men skal eg ikki troytta nakran, við at leingja hetta lesarabrævið, tí hetta kenna øll.

Hví skulu vit føroyingar straffast?
Eg spyrji tí, hvat hevur føroya fólk gjørt galið, at vit framhaldandi skulu straffast, við at hava hesa sorlaðu samgonguna sitandi, sum ikki eingong dugur at stýra sær sjálvari. Eg haldi ikki vit føroyingar hava hetta uppiborðið, og vil eg tí heita á hesar tríggjar flokkarnar,um at leggja frá sær. Gaman í er eitt nýval dýrt, men vit hava ikki ráð at hava hesa samgongu sitandi, sum bara hugsar um at varveita valdið, og leggur vertin á føroya fólk.

Kári P syngur:
Øll klípast og klandrast at tryggja sær sess
hygg annarhvør ungi nú føðist við stress

Tað, sum nú fer fram, er ein vanærulig skomm, sum skommum frættist langt út um landoddarnar!!