Stella Zachariassen
Argir
Eg fari hervið at taka saman um, hvat hendir á Sri Lanka viðvíkjandi projektinum, har eg samlaði pengar inn fyri at hjálpa aftaná flóðalduna 26. december 2004.
Síðani hetta hendi, so havi eg roynt eftir førimuni at gjørt mín part at hjálpa heimlandi mínum. Øllum kunnugt so samlaði eg pengar inn og fór til Sri Lanka og hjálptu 67 familjum og meiningin var at brúka restina av pengunum at stuðla 20 børnum á einum barnaheimi í Baticaloa í eitt ár. Nú eru so 10 mánaðir farnir síðani vanlukkuna, og higartil hava tey bert fingið 11 børn inn á heimi av tí at tað gongur so seint við tí "legalu" framgongdini á Sri Lanka tí at stjórnin er sera varin við hvør kann adopterað foreldraleys børn. Eg havi so steðga stuðulin til alt er blivið ílagið og eg fái boð av Sri Lanka nær eg kann halda á við hesum.
Eg hoyrdi so at landsstýrið hevið latið 3 mill. Kr. í ein grunn til menningarhjálp í flóðalduraktu londunum, og eg søkti so um at fáa eina upphædd at byggja eitt barnaheim á Sri Lanka. Og eftir at hava verið á fundi við landsstýrið, so var játtað 1,7 millión kr. til hetta arbeiði, har eg samarbeiðið við føroyska felagsskapin Barnabata, sum kemur at taka sær av tí financiella, so at pengarnir, sum er ein sera stór upphædd, ikki kemur á privatar hendur, og at alllar uppgerðir og notur kunnu verða bókførdar av barnabata, so at landsstýrið kann fylgja við øllum pengunum sum fara inn í hetta projekt.
Aftaná nógvar fundir og planlegging í fleiri mánaðir so fara eg og 3 persónar frá barnabata til Sri Lanka fyrst í november mánaði í 2 vikur har vit vónandi kunnu keypa jørð at byggja barnaheimið á. Tað gongur seint fyri seg á Sri Lanka og møguliga verða planirnar broyttar eitt lítið sindur, men vit hava fingið samband við ein Pastor í Trincomalee, sum liggur á norður eystur síðuni á Sri lanka, sum misti sítt barnaheim í flóðalduni. Hann leigar seg nú inn í eitt hús, sum hann ikki hevur ráð til at fíggja og sum bert er fyribyls. Hann hevur sera trupult at fíggja og hjálpa børnunum. Vit hava so avgjørt at hjálpa honum við at byggja eitt barnaheim og síðani í eina tíð fram stuðla heiminum fíggjarliga. Meiningin er at keypa 1 hektar(10.000 m2) av jørð har heimi skal standa á, men har eisini verður gjørt klárt til landbrúk, so at heimið eisini sjált kann útvega sær fíggjarligan stuðul frá hesum ístaðin fyri at verða totalt avhengig av føroysku pengunum.
Vit hava eisini valt pápa mín, Pastor Mervin Gunaselvam, at verða millum mann millum føroyar og barnaheimið. Hann kemur at hava eftirlit við byggingini o.s.fr. Tað fara at verða gjørdir fleiri túrar til Sri Lanka fyri at fylgja arbeiðinum upp, og so verður informatión fylgjandi í bløðunum viðvíkjandi arbeiðinum. Møguleiki ferð at verða hjá áhugaum at koma við, men hetta verður seinni. Hetta vendi eg aftur við seinni.
Aftur til restina av pengunum frá mínari innsavning. Ístaðin fyri at hava peningin standandi í Føroyum, so havi eg avgjørt at keypa 10 fiskibátar til fiskimenn, sum hava mist arbeiði og inntøkugrundarlagið og eg skal hava video og myndir við aftur frá Sri Lanka tá eg komi aftur. Tað eru nøkur sum enn stuðla arbeiðinum og eg takki øllum fyri teirra stuðul til tey sum hava tørv fyri tí so tey kunnu merkja okkara kæleika og umsorgan.
Tá vit verða aftur frá Sri Lanka fara vit at geva tykkum fulla upplýsing av tí vit gjørdu og hvat vit fara at gera. Vit eru sera spent uppá hetta projekt og biðja og vóna at alt fer at ganga væl. Hetta fer at verða ein trupul ferð við nógvari ferðing, næstan hvønn dag í fleiri tímar og bið fyri okkum so at Harrin skal leiða okkum og geva okkum styrki og vísdóm.
Til síðst, men ikki minst vil eg takka Landsstýrinum fyri fíggjarliga stuðulin og fyri møguleikan at hjálpa mínum heimlandi, og eg biði um at Harrin vil vælsigna okkara landsstýri, landi og fólki fyri tykkara gávumildni. Takk fyri,