Jógvan Emil Nielsen, sum er í nevndini hjá VÍF Kappróðri, sigur, at skráin fyri fjarðastevnu, sum er í Vestmanna um vikuskiftið, ber brá av eini hugnaligari bygdarstevnu.
- Sjálv skráin er ikki so stór í vavi, men vit halda, at tað hevur eydnast okkum at skapa grundarlag fyri einari hugnaligari bygdarstevnu.
Hann sigur, at eitt minni tjald er sett upp á bryggjuni, og her verður matarsøla og livandi tónleikur. Í dag eftir kappróðurin fer Finnur Koba at syngja, og tá steypini eru handað, fer hann ætlandi aftur at syngja nakrar sangir.
Disvoy, sum er nýggja kafé’in í Vestmanna, fer at hava opið til langt út á náttina í kvøld.
- Beint við kafé'ina er stórt parkeringspláss, og her er tjald sett upp til tónleik og dans. Tað verða Rannvá Vesturklett og Jóannes Jakobsen, sum fara at spæla, og her verður gangandi millum tjaldið og Disvoy.
Jógvan Emil Nielsen sigur, at ein hondbóltsdystur verður í Vestmanna í kvøld klokkan 19.30, har bestu mansliðini hjá VÍF og KÍF fara at spæla steypadyst.
- Vegna VÍF Kappróður fari eg at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til Vestmanna á fjarðastevnu, sigur Jógvan Emil Nielsen.