Hvat hendir í veruleikanum um danir sleppa ES-fyrivarnunum?

Kjakið um hvørja ávirkan tað fer at hava á Føroyar, um danir velja at ganga frá sínum fýra fyri-varnum í teirra limaskapi í ES, er í løtuni bygt meira á misskiljingar og villleiðingar enn á fakta. Tí er neyðugt at sláa fast, hvat er sannleiki og hvat er søgn í hesum máli.

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
????
Danska uttanríkisráðið hevur í fleiri umførum greitt frá hvørjar avleiðingar ein møgulig víðkan av danska ES limaskapinum fer at hava fyri Føroyar og ríkisfelagsskapin. Her er staðfest at:
?Stjórnarskipanarsáttmálin millum londini í ES, sum helst kemur til atkvøðugreiðslu í Danmark innan stutta tíð, er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland
?Føroyar eru uttan fyri ES og eingin annar enn Føroya fólk kann broyta hesa støðu.
?Um Danmark fer upp í gjaldoyrasamstarvið við ES, kunnu føroyingar sjálvir velja, um vit vilja varðveita donsku krónuna ella taka evruna í nýtslu.
?Føroyskur uttanríkispolitikkur fer ongantíð at verða stýrdur úr Brússel, men fer eisini framyvir at verða førdur í altjóða samstarvi. Danmark samstarvar longu við ES um uttanríkis- og trygdarpolitik, men hevur tikið fyrivarni ímóti felags verjupolitikkinum hjá ES. Um danir velja at ganga frá hesum fyrivarni ávirkar tað soleiðis bert tann felags verjupolitikkin.
?Samstarvið millum londini í Ríkisfelagsskapinum broytist ikki av at danir atkvøða fyri ES-stjórn-arskipanarsáttmálanum ella velja at sleppa sínum fyrivarnum í limaskapinum í ES.

Sambandsflokkurin ætlar at halda seg til veruleikan í kjakinum um hvørja ávirk-an tað fer at hava á Føroyar, um danir atkvøða fyri ES-stjórnarskipanini ella velja at ganga frá sínum fýra fyrivarnum í teirra limaskapi í ES.
Villeiðing og ræðumyndir tæna ongum.