Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
????????????????
Í grein á portalinum skrivar Áki Bertholdsen áhugaverda grein undir yvirskriftini: Loysti seg hjá Bjarna Djurholm at hava tol.
Í greinini støðgaði eg á við hetta brotið.
Somuleiðis kann hugsast, at nevndin fær til uppgávu at gera metingar um, antin tað kann verða til gagns fyri samfelagið at skapa karmar fyri stórrakstrargørðum í miðstaðarøkinum t.d. bíliga mjólkaframleiðslu, sum skal kunna bera seg uttan stuðul frá tí almenna.
Fyrsta treytin fyri at hesin tankin verður veruleiki er, at garðarnir ikki gerast meira skuldarbundnir og at mjólkarkvoturnar verða avtiknar við fríari kapping.
Tað sum nú hoyrist er, at mjólkakvotur verða handlaðar fyri stórar upphæddir. Um garðar skulu gjalda rentur og avdrátt av lánum til keyp av mjólkakvotum, á sama hátt sum við keyp og sølu av fiskidøgum, kunnu vit gloyma alt um bíliga mjólk og minkandi stuðul.
Bert umleið 10% av jørðini her á landi er dyrkað. Tað átti at verið skylda hjá teimum sum hava trøð ella festi, at dyrkaða jørðin var nýtt sum bit ella bleiv sliin einaferð um árið, so hon ikki aftur verður til haga av vanrøkt; hesa virðing skylda vit forfedrum okkara. Talan er eisini um stórar nøgdir av stráfóðri, sum verða innfluttar.
Í útoyggj og á smáplássum er landbúnaðurin í serstøðu og eigur landsmyndugleikin at taka hetta til eftirtektar. Her eiga alternativir møguleikar at kannast og stuðul veitast til verk-ætlanir, ið kunnu gera okkum meira sjálvbjargnar við kjøti og landbúnaðarvørum. Her er jørðin og tað ið kann fáast av henni nærum einasti inntøkumøguleiki.
Annars fegnist eg um ætlaninar at seta eina nevnd við breiðari umboðan at stinga út í kortið og gera uppskot um, hvussu landbúnaðurin skal skipast framyvir.
Fegnist somuleiðis um, at landstýrismaðurin hevur tikið nógvar av teimum viðmerkingum, Sjálvstýrisflokkurin hevur havt til uppskotini, við í sínar framtíðarvisiónir. Tað er rætt at kanna fyrimunir og vansar av at selja smærru festini, um smáfestarar og traðarfólk skulu fáa møguleikan at keypa síni brúk.
Tað má vera pláss fyri áhuga, partvís riknum og fullriknum brúkum.
Bíða verður í spenningi eftir næsta leiki.