Ja, hvat hendir her, og hví liggja deyðir fuglar í fjøruni? Ivaleyst vildi onkur spurt soleiðis í 2016. Og tó; í summum bygdum bæði var og er hetta eingin sjaldsom sjón.
Myndin er tikin í Nólsoy fyrr í vikuni, og tað er Pedda Hansen, sum eigur myndina og hevur lagt hana út á sína Facebook-síðu. Tankarnir leita aftur á góðar, gamlar dagar í Nólsoy.
Tað er frískur vindur. Hann er vestligur í ættini, og maður hevur leitað sær oman í fjøru við byrsu. Nakrir bakskurar liggja eftir á. Teir eru stórir, og hetta er góður døgurðamatur.
Enn livir mentanin á bygd, har menn skjóta skura, tá árstíð, veður og ætt eru til vildar. Soleiðis var henda dagin, tá maður sat niðri í fjøru við byrsu og fekk væl av fugli.
Um orðið stilli (har maður situr við byrsuni) sigur www. sprotin.fo m.a., "… at standa í stað, stillstøða, stígur, steðgur, hvíld, ikki støkka úr stilli…"
Og so er spurningurin, um talan her er um sama orðið, sum brúkt verður um grótlaðið - eitt stilli.










