Hvat hendi við toskinum í nítiárunum?

Í døgunum 16. til 19. november verða áhugaverdir fyrilestrar við Petur Steingrund um evnið ? ?Hvat hendi við toskinum í nítiárunum?. Í einari ritgerð, sum herfyri gav Peturi Steingrund doktaraheiti, kom hann til fleiri slóðbrótandi niðurstøður, millum annað, at tað ikki passar fyri føroyskan tosk at ?fiskur hevur stert?. Heldur ikki passar tað, at ein stórur gýtingarstovnur gevur stóra tilgongd, nakað, sum annars er ein hornasteinur í siðbundnari fiskifrøði.

Ístaðin varð gomul føroysk vitan brúkt fyri at koma fram til høvuðsúrslitið í ritgerðini: At raktoskur (slánar) nær landi darva yvirlivingini hjá 1 ára gomlum smáfiski, meðan nógvur toskur útiá gevur góða yvirliving av 2 ára gomlum smáfiski.

Ritgerðin gevur eisini svar uppá, hvussu stórur toskastovnurin/veiðitrýstið skal vera, fyri at fáa størst møguligu veiðu og virði til tað føroyska samfelagið.

Í fyrilestrunum verður eisini greitt frá um gróður undir Føroyum. Tað er Havstovan sum saman við orkufelagnum Magn, samskipa hesar fyrilestrar. Og verða teir

mánadagin 16. november á Seglloftinum á Tvøroyri, týsdagin 17. november í skúlanum á Giljanesi, mikudagin 18. november í Løkshøll í Runavík og hósdagin 19. november í Atlantis í Klaksvík.

Kelda: Havstovan