Hvat hendi við toskinum?

Í gjárkvøldið helt Petur Steingrund, fiskifrøðingur, fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri. Í kvøld verður fyrilesturin á Giljanesi. Hvat hendi við toskinum í nítiárinum, er heitið á einum spennandi og viðkomandi fyrilestri hjá Peturi Steingrund, fiskifrøðingi. Petur hevur granskað og vart doktoraritgerð í, hvat tað var sum hendi við toskinum í nítiárinum.

Í gjárkvøldið var fyrilesturin hildin á Seglloftinum á Tvøroyri. Hóast stór móttøka var fyri Pál Joensen í Vági um sama mundi, møttu fleiri áhugað upp til fyrilesturin, sum Magn saman við Havstovuni hava skipað fyri. At evnið hevur stóran tydning og áhuga millum manna, merktist týðiliga á øllum teimum mongu viðkomandi spurningunum, sum vórðu settir hetta kvøldið.

Eilif Gaard byrjaði kvøldið við einum hugtakandi innleggi um æti á landgrunninum, og eftir ein stuttan kaffisteðg, varð høvuðsevnið hjá Peturi Steingrund á skránni.

Menn vóru á einum máli um, at tiltakið var sera væl eydnað, og at ritgerðin hjá Peturi er eitt sera kærkomið og seriøst íkast til almenna kjakið um hetta evnið.

Í kvøld hava vágafólk so møguleika at fáa betri innlit í evnið, tá Petur Steingrund vitjar á skúlanum á Giljanesi. Tiltakið byrjar kl. 19 og verður hildið í auluni.